Vegir til smærri bygdir asfalteraðir

ASFALTERING: Tað hevur leingi verið greitt, at nakrir av einbreytaðu landsvegunum til nakrar av smærru bygdunum í Føroyum hava trongt til at verða asfalteraðir. Serliga vegirnir til Syðradals, Elduvíkar og Kunoyar hava trongt til ábøtur og nýtt asfalt. Landsverk hevur nú latið asfalterað hesar vegirnar heilt ella lutvíst. 

Tá ræður um asfaltering í ár, hevur Landsverk serliga sett fokus á nakrar av landsvegunum til tær smærru bygdirnar. Sostatt kunnu fólk í Syðradali, Elduvík og Kunoy nú fegnast um at hava fingið bøtt um vegirnar til teirra bygdir, eftir at hesir vegir heilt ella lutvíst eru asfalteraðir av nýggjum.

Syðradalsvegurin á Streymoynni er umleið sjey kilometrar langur, og har hevur tað serliga verið í tveimum støðum, at vegurin hevur verið í ógvuliga vánaligum standi. Fyrr í ár var ein teinur á nakrar hundrað metrar oman fyri bygdina á Syðradali asfalteraður av nýggjum. Nú er eisini nýtt asfalt lagt á ein serliga illa slitnan tein á umleið ein kilometur beint norðan fyri Velbastað. Orsakað av vánaliga standinum var neyðugt at gera nógvar ábøtur á vegin, áðrenn ovasta asfaltlagið kundi leggjast á. Sostatt er Syðradalsvegurin aftur vorðin góður at koyra eftir allan vegin millum Velbastað og Syðradal.

Eldurvíkarvegurin, sum er umleið fimm kilometrar langur, hevur eisini verið í vánaligum standi. Orsakað av serliga nógvum sliti í støðum hevur eisini har verið neyðugt at gera nógvar ábøtur, áðrenn spræniasfalt kundi leggjast út á allan vegateinin millum Funningsfjørð og Elduvík.

Í Kunoy millum tunnilsmunnan og kunoyarbygd hevur vegurin eisini verið nógv slitin. Her varð gjørt á sama hátt, sum á Elduvíkarvegnum, har vegurin fyrst varð bøttur, áðrenn eitt lag av spræniasfalti varð lagt á allan teinin frá tunnilsmunnanum til bygdina.

Spræniasfalt er upp í fýra ferðir bíligari í mun til vanligt heitt asfalt, men er ikki líka slitsterkt. Tað er tí best egnað til vegateinar við lítlari ferðslu.

Tað var asfaltliðið hjá Tórshavnar kommunu, sum stóð fyri asfaltarbeiðinum oman fyri bygdina á Syðradali, meðan Kreton gjørdi teinin norðan fyri Velbastað. Fyri arbeiðinum á Elduvíkarvegnum og á Kunoyarvegnum stóð Dansk Overfladebehandling.

Næsta asfaltarbeiðið, sum stendur fyri framman, er at gera ábøtur á nakrar av vegateinunum í Kalsoynni.
 
Fakta um spræniasfalt
Fyrsta stigið í sambandi við útlegging av spræniasfalti er, at vegateinurin verður sópaður, og heitt asfalt verður nýtt til ábøtur av holum og setingum, sum eru omanfyri ein sentimetur. Síðan verður eitt spræniasfaltlag lagt omanyvir. Eftir hetta verður skervur lagdur út og skynsamt trumlaður niður í bindievnið, og til síðst verður øll koyribreytin sprænd. Spræniasfalt var tann mest vanligi asfalteringshátturin, tá nýgerð av vegum kring landið var í hæddini frá sekstiárunum og frameftir, og trupult var at flyta heitt asfalt millum oyggjarnar. Eftir hetta minkaði nýtslan av spræniasfalti niður í einki, til Landsverk fyri nøkrum árum síðani  tók hendan asfalteringsháttin upp aftur á nøkrum vegateinum við lítlari ferðslu.
 
Myndir av Syðradals-, Elduvíkar- og Kunoyarvegnum bæði áðrenn og aftan á asfaltering.