Vatn framvegis størsta orkukeldan í Svøríki

Av samlaðu elframleiðsluni upp á umleið 130 TWh (terawatttímar) í 2011, framleiddi vatnorkan 65,8 TWh, skrivar Ny Teknik.


Kjarnorkan stóð fyri 57,9 TWh og vindorkan 6 TWh ella tvær ferðir so nógv sum árið fyri.


Nettoútflutningurin av el var 7 TWh.


Støðan í svensku elveitingin er munandi frægari nú enn fyri einum ári síðani. Óhapp av ymsum slag høvdu við sær, at kjarnorkuverkini fyri ein stóran part lógu still, samstundis sum kalda vetrarveðrið gjørdi, at lítið vatn var tøkt.


Mildur vetur kemur væl við


Útlit vóru tá fyri, at Svøríki triðja árið á rað fór at verða nettoinnflytari av el fyri at kunna nøkta tørvin.


Men eftir ein yvirhøvur mildan vetur higartil er støðan nú heilt øðrvísi enn fyri einum ári síðani.


Lýggja veðrið hevur samstundis havt við sær munandi minni elnýtslu higartil í vetur enn somu tíð í fjør.


Ístaðin fyri at innflyta kann Svøríki nú útflyta stórar nøgdir av el til grannalondini.


Kelda: www.sev.fo