Várkonsert í skúlanum 11. mai

Fríggjakvøldið 11. mai verður konsert við musikkskúlanæmingum. Konsertin verður í fimleikahøllini í skúlanum, og byrjar kl. 18:00.


Næmingarnir fara at framføra nakað av tí, tey hava lært í vetur. Spælt verður á klaver, klarinett, tvørfloytu og gittara.


Konsertin er ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Stranda musikkskúli