Varðveitið svimjihylin í Svínoy !

Eingin eigur at vitja Svínoynna uttan at hava verið ein túr uppi við svimjihylin.

EIN SØGULIGUR SVIMJIHYLUR

Í Svínoy hava vit ein útisvimjihyl, ið sigst verða bygdur í 1933, møguliga fyrr. Stigtakarin til hylin var
Hjálmar Hátún, sum var lærari í Svínoy tá.

Svínoy var sum kunnugt úti fyri fleiri syndarligum sjóvanlukkum fyrst í 20. øld. Hvørki børn ella
vaksin dugdu at svimja, og hugsjónin aftan fyri hylin var, at tað áttu øll at duga.

Svimjihylurin er í Stórá, stutt niðan fyri bøgarðin.

Hann er laðaður av gróti, og stoypt varðrundanum fyri at gera hann tættan. Fyrst í tredivunum var ringt at skaffa sand, so tað vóru skúlabørnini,sum hjálptu til við at bera sand frá fjøruhyljum á Handanslandinum.

Á ávísari hellu fyllist sandur í hyljar, tá uppgangur er, og har varð sandur tikin og borin í spannum heim til bygdina. Hetta arbeiði vóruskúlabørnini við til at gera, og síðani hylurin kom, hava skúlin og skúlabørnini verið við til at hildið hann við líka. Øll skúlabørn í Svínoy hava svomið í honum, og so leingi skúli var í bygdini, vóru tað skúlabørnini, sum reinsaðu hylin um várarnar, áðrenn hann skuldi typpast til summarbrúks.