Varaborgarstjóri uttan veruliga ábyrgd !

Lesarabræv:


Vit eru mong sum fegnast um, at meirlutin í býráðnum nú er til reiðar at fara undir hart tiltrongda sambýlið fyri sinnisveik.


Og eg skilji eisini væl, at varborgarstjórin, sum borgari eisini fegnast um hetta avrikið hjá meirlutanum (saman við landsmyndugleikum) og at nú kann veruliga nakað henda her.


Tí tað kann ikki vera annað enn, sum vanligur borgari at Bogi fegnast um hetta. Hann vildi ikki vera við í meirlutanum, men hoppaði yvir til sínar “borgarligu” vinir, men tvíhelt um varaborgarastarvsheitið og hevur síðani næstan bert roynt at hegla niður á meirlutan, sum bert kann fatast, sum at hann als onga ábyrgd hevði av nøkrum sum “bara vara-”.


Nú, at hoppa “yvirum aftur” og taka sær eina stóra æru av hesum góða málið, er eftir mín hugsan beinleiðis “politiskt óerligt” og “den går ikke”, Bogi !


Takk fyri enn eitt megnarátak tit í meirlutanum í býráðnum !


Gunnleivur Dalsgarð