Vantandi svar frá Tórshavnar kommunu í einum byggimáli
Viðv. klagu um vantandi svar frá Tórshavnar kommunu í einum byggimáli
Løgtingsins umboðsmaður
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá Tórshavnar kommunu. Hóast klagarin hevði sent kommununi tvær áminningar, fekk hann ikki svar, fyrr enn umboðsmaðurin eitt ár og fýra mánaðir seinni kom inn í málið.
Umboðsmaðurin gav kommununi eina átalu fyri handfaringina av málinum og heitti á kommununa um at tryggja, at mannagongdir í sambandi við málsviðgerð eru í lagi, soleiðis at mál ikki detta burtur ímillum. (LUM 16/00102)