Vantandi partsinnlit í eitt barnaverndarmál
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi partsinnlit í eitt barnaverndarmál.
Umboðsmaðurin staðfesti, at klagarin ikki hevði fingið innlit í øll skjølini í málinum ella grundgeving fyri, hví innlit ikki varð givið í restina av skjølunum.
Umboðsmaðurin gav barnaverndartænastuni eina átalu fyri viðgerðina av málinum, og bað hana um at viðgera innlitsumbønina av nýggjum.
(LUM 16/00058)