Vantandi námsfrøðilig útbúgving á miðnámi

Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam um Námsfrøðiliga Útbúgving til lærarar á miðnámi
                                                                                                                                                          1.      Hvussu mong, sum undirvísa á miðnámi, hava ikki fingið møguleikan at taka kravdu námsfrøðiligu útbúgvingar - ávíkavist ástøðiliga og verkliga partin eins og fakdidaktisku skeiðini?
2. Hví eru eingir undirvísarar sendir á verkliga partin av NÚ á heysti 2017 og nær verða tey aftur send til verkliga partin av NÚ?
3. Nær verður næsta ástøðiliga skeið í NÚ, sum plagar at byrja við skúlaársbyrjan?
4. Hvørjar eru annars framtíðar ætlanir fyri hesa grundleggjandi násmfrøðiligu útbúgvingina fyri miðnámsskúlalærarar í Føroyum.
5. Hvussu verður NÚ fíggjað í løtuni, tað vil siga hvørjar kontur er talan um?

Námsfrøðilig útbúgving er mongum londum partur av teirri útbúgving, sum tey, sum undirvísa á miðnámi, taka. Soleiðis hevur ikki verið í Føroyum. Her hava vit ikki innført ta skipan, sum m.a. Danmark hevur fingið, at námsfrøðilig útbúgving er partur av tí undirvísingarstarvi, sum tann nýútbúni tekur á seg, og er samskipað í mun til hetta arbeiði.

Í Føroyum gongur ofta long tíð, frá tí at undirvísari fær starv á miðnámsskúla, og til hann fær í boði at fara undir ástøðiliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini, soleiðis sum hon hevur verið boðin út í Føroyum. Enn longri tíð gongur vanliga, inntil undirvísarin fær í boði at avgreiða praktiska partin – sokallaða verkliga partin. Hetta hevur við sær, at í Føroyum kemur javnan fyri, at miðnámsskúlalærari undirvísir í eini 5, 7, 10 ár ella meira, áðrenn Námsfrøðilig Útbúgving er gjøgnumførd. Seinastu fáu árini hava summir undirvísarar kunnað avgreitt verkliga partin á føroyskum miðnámsskúla – í mun til fyrr, tá allar lærugreinir uttan føroyskt skuldu ígjøgnum verkliga námsfrøði á donskum miðnámsskúla. Tað, at føroysk starvsfólk skuldu til Danmarkar í nógvar vikur, skuldu finna og gjalda eyka bústað og ferðaútreiðslur í øðrum landi, var ein trupulleiki og ein dýr loysn í mun til at nýta føroyska miðnámsverkið í nógv størri mun til verkliga partin. Tað sýnist skynsamt at námsfrøðiliga støðið í hesi útbúgving í størri mun verið tikið í føroyskum viðurskiftum, skúlum og skúlaungdómi, eins og í føroyskar námsfrøðiligari gransking.

Eitt annað er, at skeiðið í sera lítlan mun er samskipað í mun tað undirvísingarstarv, sum viðkomandi miðnámsskúlalærari hevur. Flestøll arbeiða fulla tíð, meðan tey taka hesa námsfrøðiligu útbúgving, sum røkkur um minst 1 skúlaár, og sum krevur stóra arbeiðsorku. Harafturat gongur rúm tíð, áðrenn praktiski parturin við námsfrøðiligum vegleiðara verður avgreiddur. Hesi viðurskifti gera, at fleiri seta spurnartekin við, um myndugleikin, sum skipar útbúgvingina í dag, miðar eftir hægstu dygd í mun til námsfrøði á miðnámi.

Tað frættist frá miðamsøkinum, at miðnámsskúlalærarar, sum eftir ætlan skuldu byrja verkliga partin av NÚ í 2017, ikki farnir í holt við hesa, og eingi greið boð eru frá myndugleikanum um, hvør ætlanin er, og nær hesar praktikkgongdir, sum eru fyrireikaðar og væntaðar, verða hildnar. Vit kunnu óttast fyri, at stígur aftur kemur í góðu gongdina og at bíðlistin at fáa NÚ avgreidda aftur økist munandi. Tørvur er at avgreiða hesa útbúgving leypandi við at senda eini 20 undirvísarar ígjøgnum verkliga partin um árið: av virknum miðnámsskúlalærarum mangla sum skilst fleiri ástøðiliga partin og mong verkliga partin – umframt, at fleiri, sum hava lokið hesi bæði, eisini mangla sokallað fakdidaktiska skeiðið, sum eisini er kravt, fyri at verða fult útbúgvin sum miðnámsskúlalærari. Hetta er órógvandi fyri okkara útbúgvingarskipan og fyri einstøku starvsfólkini. Tí verða hesir spurningar settir.

Á løgtingi 6.februar 2018

Hanna Jensen, Framsókn