Vann sak uppá fupp-gávu: Hundrað leskaði

Gamlar perlur: Ikki færri enn 110 persónar úr Suðuroynni gjørdust jarðareigarar uttan at vita tað í einari sak um jørð, borgarstjórin á Tvøroyri tók stig til. 

Oyggjatíðindir frá 9. januar 2004: Dan Klein, journalistur, skrivaði og greinaði


Alt byrjaði við, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, legði sak í móti millum øðrum fyrrverandi landsstýrismanninum hjá fólkaflokkinum, Páll Wang um ognar- og avgerðarrætt av haga í Froðba.


Vit kenna ikki smálutirnar í hesi sakini, men vælvitandi keldur vilja vera við, at einasta orsøkin til, at Kristin Michelsen vann sakina í Føroya rætti, var, at Sólrun og Vilmund Michelsen, Hvalba, í gávubrævi lótu 110 suðringar fáa 1/10 av matr. nr. 108 b Froðba.


Gávubrævið við øllum nøvnunum á, hava vit fingið fatur í, so tann parturin liggur púra greiður.** Hetta gávubræv, sum vísti rættinum ein massivan skara av fólki, sum stuðlaðu uppundir krøvini hjá Kristin Michelsen, gjørdist jokarin, men tað grovasta av øllum er, at ongin av hesum 110 fólkunum visti av, og vit mugu ganga frá, at ætlanin ongantíð hevur verið, at hesi 110 suðringarnir nakrantíð skuldu hava at vita, at tey knappliga vóru jarðareigarar.


Teirra leiklutur var bara at tryggja, at sakarmálið vendi til fyrimunar fyri annan partin í sakini.


Vit á Oyggjatíðindum hava tosað við fleiri av teimum, sum standa á hesum lista.


Tey standa bara sum kánus.Vita einki at svara.


Onnur eru ill og uppaftur onnur hava avgjørt at venda sær til sakførara, so samanhangurin og sannleikin kann koma fram tá sakarmálið verður tikið upp í Landsrættinum.


Lønarlistin á Flakavirkinum


Tey, sum hava kannað hendan listan siga, at hetta er lønarlistin á flakavirkinum í Hvalba.


Tey spyrja náttúrliga, hvør ið hevur útflýggja hesi nøvnini, og ikki minst. Hvat annað kann so ikki vera útflýggjað.


- Eg ætli mær í hvussu so harðliga at mótmæla.


Mín persónur er misbrúktur, sigur ein av teimu 110 ognarunum. Høvuðspersónin hava vit ikki fingið fatur í.