Vandi í fjølmiðlaskaptum og fjølmiðlastýrdum politiskum “veruleika”

Segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, m.a. í setanarrøðuni á Fólkafundinum 2012 Kl. 19 tann 21. september í Hoyvíkshøllini.


Góðu gestir, fyrireikarar og øll tit, ið umboða politisku flokkarnar og áhugafeløgini – hjartaliga vælkomin higar í Hoyvíkshøllina!


Fólkafundir eru sjálv ímyndin av fólkaræði. Onki fólkaræði er vorðið til uttan okkurt slag av fólkafundi. Fólkafundir vóru eisini pallar hjá føroysku tjóðskaparrørsluni, føroysku vekingarrørslunum og øllum teimum politisku rørslunum, sum komu fram, áðrenn vit fingu prentaðar og elektroniskar miðlar.


 Fólkafundir hava tí eisini verið orsøk til fall hjá einaræðisharrum, fámannaveldum og øðrum ódemokratiskum samfelagsskipanum. Vit hava sæð tað fleiri ferðir í okkara tíð – tá fólkið reisir seg og savnast um felags mál, tá skelva valdsharradømi um allan heim.


Men hóast fólkaræðið nú er ein sjálvfylgja fyri okkum, so tørvar okkum at minnast á, at fólkaræðið kom ikki av sær sjálvum, og tað heldur heldur ikki fram av sær sjálvum. Tí fólkaræðið virkar ikki uttan viðlíkahald. Tað má ongantíð gerast ein sovikoddi. Vit mugu halda fólkaræðið við líka og røkja tað við kærleika hvønn dag. 


Og eingin má billa sær inn, at fólkaræði bara er tað, vit síggja frá tí ein tingseta byrjar til hon endar. Ongin má halda, at fólkaræði einans er tað, sum gongur fyri seg í býráðssalinum – bara tí vit á einum fríum vali hava valt tey, ið hava sína dagligu gongd har.


Nei, fólkaræði er, tá samband er millum fólkið og tey, sum vald eru. Og tá tey, sum vald eru, útinna fólksins vilja. Tað sambandið hava vit bert, um hvør einstakur fær møguleika at skifta orð um, hvussu viðurskiftini í samfelag okkara skulu skipast.


Og hóast vit hava fjølmiðlar sum aldri áður, so er framvegis onki demokratiskt høvi meira beinleiðis enn akkurát fólkafundurin. Ella vit kunnu kalla tað politiskan fagnað ella festival, tað ljóðar meira fólksligt og meira nýmótans. Her er tað bara ikki tónleikur, men politiskur boðskapur, ið bæði skal út til borgaran, og ikki minni skulu vit hava boð aftur frá borgaranum til flokkarnar og onnur.


Vansin við mongu og sterku miðlunum er, at vit kunnu fáa ein fjølmiðlaskaptan og fjølmiðlastýrdan politiskan “veruleika”, sum leggur sjógv ímillum politisku aktørarnar og fólk flest, heldur enn at skapa samband. - Tí tørvar okkum eisini onnur alternativ.


Her fáa øll eitt kærkomið høvi at hitta og tosa við tey, ið mynda okkara dagliga politiska arbeiði. Her eru høvi hjá øllum at ávirka politikkararnar og hinvegin høvi hjá flokkum og áhugafeløgum at fáa teirra boðskap út til borgaran. Fólkaræðiligt samskifti, tá tað er best, og tað er ongatíð so neyðugt sum nú!


Her í Hoyvíkshøllini er framsýningarøki við básum hjá politiskum flokkum, kommunufeløgum, kommunum, áhugafeløgum, vinnufeløgum, fakfeløgum og øðrum. Á framsýningarøkinum verður m.a. eitt "speakers’ corner", og um kvøldarnar verða floksformennirnir bodnir at halda røður.


Politiskir tvíkampar, pallborðsfundir og fyrilestrar verða eisini yviri í Hoyvíkar skúla, og serlig tiltøk verða fyri miðnámsskúlanæmingum og lesandi á hægri skúlunum.


Eg fari at veita fyrireikarunum og hjálparfólki teirra eina tøkk fyri at tit skipa fyri hesum fólkafundi. Somuleiðis ein tøkk til felagsskapir og politisku flokkarnar fyri, at tit taka undir við hesi fyrstu royndini við einum politiskum fagnaði.


Hervið lýsi eg Fólkafundin 2012 settan.