Vandi á dagstovnaøkinum

Týðandi stig mugu takast fyri at bøta um arbeiðsorkuna hjá starvsfólkum á dagstovnum

Manglandi stovnspláss eru nú frammi í miðlunum. Serliga eru trupulleikar í Tórshavn, har fólkavøkstur setur stórt trýst á kommunalu myndugleikarnar at útvega nøktandi karmar. 

Trupulleikin er tó nógv størri enn bara at útvega karmar at seta børnini inn í. 

Leingi hava vit vitað um stórt undirskot av útbúnúm námsfrøðingum til stovnar kring landið. Nú er eisini vorðið torført at fáa hjálparfólk í starv. 

Tað er enntá komið fyri at stovnar seta børn at avloysa tí tað ikki ber til at finna skikkaðar avloysarar. 

Skulu børn hava ábyrgd av umsorgan og menning av øðrum børnum á okkara dagstovnum? Kunnu vit sum samfelag ikki veita betri trygd á okkara dagstovnum? 

Í umleið 10 ár hava vit sæð setanarbrotið hjá starvsfólki innan námsfrøðiliga økið minka við einum heilum tíma í miðal (sí hagstovan.fo). Óivað er minkingin eitt úrslit av øktum trýsti á starvsfólk. Trivnaðarkanning frá 2010 á hevur í hvussu so er víst høga strongd millum námsfrøðilig starvsfólk í mun til aðrar starvsbólkar í samfelagnum. 

Átroðkandi átøk
Neyðugt er, at myndugleikarnir nú vakna, skipa karmarnar kring arbeiðsdagin hjá starvsfólkum á námsfrøðiliga økinum betri, so starvsfólk trívast betri. Setanarbrotið hjá hvørjum einkulta starvsfólki kann tá hækkast, og neyðugt verður við nógv færri starvsfólkum til somu starvspláss. Eitt nú sakna starvsfólk betri stundir at verða saman við hvørjum einkulta barni og at eftirmeta arbeiðið á stovnunum. 

Ein stórur partur av trupulleikanum við manglandi starvsfólkum kundi verið loyst við einari sovorðnari politiskari avgerð. Annars er vandi fyri, at vit fara síggja sama rák við útlendskari arbeiðsmegi innan námsfrøðiliga økið, sum vit síggja í øðrum vinnugreinum í Føroyum. Eitt nú er arbeiðsloysi millum námsfrøðingar í Danmark. 

Tað kann verða sera óheppið fyri okkara minstu, kanska serliga tá hugsað verður um, at Mentamálaráðið í ár hevur lýst 2018 at verða málmenningar ár. Hvat mál skulu starvsfólkini brúka at tosa við børnini?  

Tá vit bert síggja, at tað verður kravt meira av starvsfólkunum, er tað sjálvsagt, at orkan gongur undan. Bøti um umstøðurnar at arbeiða, soleiðis at fleiri vilja og orka at arbeiða meira, so verður meira orka at taka sær av nýggju borgarunum í til dømis Tórshavnar kommunu. 

Eitt er at hava eitt matrikul klárt – eitt annað er at fáa nokk av skikkaðum starvsfólkum at arbeiða á matrikulinum – og at trívast.