Í einum higartil - á okkara leiðum - áður ósæddum frekum høgrakuppi varð fólksins samhaldsfasta lívslinja høgd í tvey, soleiðis at ójavnin enn einaferð kundi taka ræði.
Mong ógvast og spyrja, hvussu hetta kundi henda, at teir høgraradikalu kundu yvirfalla okkum sum tjóvar á nátt. Men vit áttu at verið fyrireikað. Tí kryptofascistiski andin hevur livað og yvirlivað í høgraradikala politiska miljønum líka frá Heil'unum í 30-unum yvir stuðulin til drápsliðini í Suðuramerika í 70-unum og Apartheid í 80'unum og til Bush, sum nú ikki torir at vitja í øðrum londum m.a. Schweiz, tí hann er bangin fyri at verða tikin og standa til svars fyri tær mongu og ymisku tortureringarnar, ið hann gav loyvi til vórðu framdar.
Vit vita, at stavnamaðurin ikki einans dugdi at falsa skjøl, men stuðlaði av øllum alvi og av fullum hjarta bøðilin Pinochet og hansara drápsharkalið, og at hann eisini heilhjartað stuðlaði teimum hvítu í kúganini av teimum svørtu í Suðurafrika. At hann eisini samstarvaði við nýnazistar og var at finna í kolofonini í teirra bløðum, skal bert við sum eitt kuriosum, sum undirstrikar ráa lindi, og sum kann geva eina hóming av høgraradikalismu/kryptofascismu/nýnazismu, sum stuðla hvørja aðrari, og sum spretta fram, tá líkindini eru til tess. Og beint nú er bestu líkindi fyri ytsta høgra og so sjálvandi, sum stavnamaðurin var vanur at siga, og nøkrum hentum idiotum.
Frammanfyristandandi er bert skrivað fyri at seta nútíðina og komandi framtíð í perspektiv.
At studenturin hevur lært og enn lærir av stavnamanninum - eins og troldmandens lærling - kann eingin ivi vera um -tí hesin fingraleingi studenturin hevur als ikki kapacitet til at leggja løgdu kós og at fremja hana uttan við stavnamanninum sum vegvísara.
Av somu orsøk er neyðugt at vera á vakt bæði dag og nátt. Tí næsta skipaða ránið kann vera beint fyri framman. Og trúgv mær, næsta rán verður ikki sum jólaránið, ið bert var og er at rokna í 100 -tals mill. klassanum, nei, næsta høgraránið snýr seg um milliardir: alt tilfeingið, íð svimur í havinum, og tað, sum er undir havbotninum.
Næsta kuppið fer sostatt at vera fleiri ferðir størri og raka vanliga føroyingin nógv harðari, um fólkið ikki stendur saman og verjir seg við øllum tí, ið tey kunnu verja seg við.
Tí lukkast komandi ætlaða kupp, so býðist ikki bøtur, tí so kann fólkið pakka saman og búðseta seg í øðrum londum, meðan stráðmenn og teirra bakmenn saman við teirra hjálparmonnum og útlendskari arbeiðsmegi fara at yvirtaka landið, alt sum tað er.
Sum liður í verjuni móti nevnda ráni má fólkið longu nú leggja verjuætlanir og smíðja lógir um landasvik og avleiðingarnar av hesum. Tí tílík rán koma undir landasvik og eiga at verða viðgjørd hareftir.
Tilfeingi er fólksins ogn og ætlanir og samansvørjingar fyri at fáa klørnar í tilfeingi millum útlendingar, føroyskar kapitalistar, politikarar og onnur kemur undir planlagt rán, sum - óansæð framferðarhættir - eigur at verða skotið niður.
Serkøn fólk eiga longu nú at kanna verandi strámannavirksemi og fáa tað steðgað í teimum førum, har bakmennirnir í veruleikanum sita á fólksins tilfeingi, óansæð hvussu lítið tað so er.
Tí her skal hvørki Hanus ella Janus ella Jákup ella Jørgin avgera, hvar tilfeingisskápið skal standa.
Tí tilfeingið hevur til allar tíðir verið , er og skal altíð verða verðandi fólksins ogn.
Hvørki meira ella minni.
Dagfinnur Danbjørg.