Val til eldraráð verður hósdagin 23. feb. 2012

Avgerð er nú tikin um, at val til eldraráð í Klaksvíkar Kommunu verður hósdagin 23. februar 2012 í býráðshøllini, og skulu vallistar latast valnevndini í seinasta lagi hósdagin 26. januar 2012.


Eftir tilmæli frá Sosialu nevnd og Fíggjarnevndini samtykti býráðið á býráðsfundi 18. oktober 2011 at seta á stovn eldraráð í Klaksvíkar Kommunu.


Avgerð er nú tikin um, at fyrsta valið verður hósdagin 23. februar 2012.


Valskeiðið er 4 ár. Fyrsta valskeið eldraráðsins verður frá 1. mars 2012 til 31. desember 2016.


At fyrireika valið er sett ein trýmannað valnevnd við hesum limum:


• Anna Maria Joensen, forkvinna, umboðandi Sosialu deild,


• Hans J. Heinesen, umboðandi Fólkayvirlitið, og


• Maria Thorsteinsson, umboðandi býráðumsitingina annars.


Valnevndin boðar frá, at vallistar skulu verða nevndini (Miðlan) í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. januar 2012.


Saman við valevnisfráboðanini eigur at fylgja undirskrift hjá minst 5 stillarum, sum lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið.


Oyðubløð til uppstilling av valevnum eru at fáa á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu og við at venda sær til Miðlan.


Í viðtøkunum fyri eldraráðið, sum býráðið hevur samtykt, er ásett:


• Eldraráðið er ráðgevi hjá kommununi og fær í lag samskifti millum eldru borgarnar og kommununa.


• Eldraráðið verður kunnað um tiltøk, sum hava týdning fyri tey eldru, og eigur at samarbeiða við kommunustýrið fyri at tryggja, at atlit verður tikið til ynski og tørv hjá teimum eldru.


• Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.


Sostatt eru fyrireikingarnar nú komnar somikið langt, at fólk kunnu stilla upp til Eldraráðið.


Viðtøkurnar fyri Eldraráðið í Klaksvík eru annars soljóðandi:


§ 1 - Endamál


Eldraráðið er ráðgevi hjá kommununi og fær í lag samskifti millum eldru borgarnar og kommununa.


Stk. 2


Eldraráðið verður kunnað um tiltøk, sum hava týdning fyri tey eldru, og eigur at samarbeiða við kommunustýrið fyri at tryggja, at atlit verður tikið til ynski og tørv hjá teimum eldru.


Stk. 3


Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.


§ 2 - Heimild


Eldraráðið veitir kommunustýrinum ráð í eldrapolitiskum spurningum og virkar sum ein samskiftisstovnur millum borgarar og kommununa í sambandi við tilrættaleggingina av eldrapolitikkinum.


Stk. 2


Kommunustýrið kann spyrja Eldraráðið um tað, sum viðvíkur teimum eldru.


Stk. 3


Einstøku kommununevndirnar samskifta við Eldraráðið í málum, sum hava við teirra málsøki at gera.


Stk. 4


Eldraráðið kann av sínum eintingum siga kommunustýrinum sína hugsan um eitthvørt evni av almennum slag.


§ 3 - Starvsháttur Eldraráðsins


Eldraráðið skal kunna seg um ynski og tørv teirra gomlu og um kommununnar viðurskifti á eldraøkinum.


Stk. 2


Eldraráðið skal virka fyri áhaldandi kunning til tey eldru um broytingar og nýskapan á eldraøkinum.


Stk. 3


Eldraráðið skal halda fast um og útbyggja samskiftið við kommununa gjøgnum framhaldandi meting av tiltøkum á eldraøkinum, og harvið menna og tillaga tey samsvarandi samfelagsmenningini.


Stk. 4


Eldraráðið eigur at hoyra tær staðbundu nevndirnar í málum á eldraøkinum.


§ 4 - Eldraráðsins samanseting


Valdir verða 5 limir og 5 varalimir til Eldraráðið.


Stk. 2


3 teir fyrstvaldu varalimirnir kunnu eisini møta á øllum fundum hjá Eldraráðnum, men hava ikki atkvøðurætt.


Stk. 3


Valskeiðið er 4 ár. Fyrsta valskeið eldraráðsins verður frá 1. mars 2012 til 31. desember 2016


Stk. 4


Limur í ráðnum kann frítakast fyri limaskap eftir áheitan. Avgerð um limur verður frítikin tekur eldraráðið.


Stk. 5


Um ein limur í valskeiðnum missir valbæri, doyr ella verður frítikin samb. § 4 stk. 4 kemur varalimur inn tí raðfylgju, teir eru valdir.


Stk. 6


Er eingin varalimur á varalistanum at seta ístaðin, verður eykaval í samráð við kommununa.


§ 5 - Val til Eldraráðið


Val til Eldraráðið er 4. hvørt ár í samand við býráðsvalið, tó er ta fyrsta valið 21. februar 2012.


Stk. 2


Valbæri og atkvøðurætt hava allir borgarar í kommununi, sum valdagin hava fylt 60 ár.


Stk. 3


Valevni, sum ynskja at stilla upp, geva skrivlig boð um hetta í seinasta lagi 4 vikur, áðrenn valið verður hildið. Saman við valevnisfráboðanini eigur at fylgja undirskrift hjá minst 5 stillarum, sum lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Oyðubløð til uppstilling av valevnum eru at fáa á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu og við at venda sær til Miðlan.


Stk. 4


Bara valevni, sum rættstundis hava boða frá, og sum rættstundis hava sent inn stillaralista, kunnu verða uppstillað.


Stk. 5


Kommunan ásetir nærri reglur um valið, herundir um freistir, vallistar, atkvøðugreiðsluna, brævatkvøður, kunngerð og uppgerð av valinum, klagur um valið v.m.


§ 6 - Stovnan og arbeiðsháttur


Eldraráðið skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara á fyrsta fundi eftir valið.


Stk. 2


Eldraráðið ásetir sjálvt fundarskrá sína, hvussu ofta fundir skulu verða, reglur fyri dagskrá, fundarinnkalling og ráðsins arbeiðshátt.


Stk. 3


Dagsskrá og fundarfrásøgn skal sendast til kommunustýrið, fundarfrásøgnin er almenn við virðing fyri tagnarskylduni.


Stk. 4


Tað er sjálvboðið at verða limur í Eldraráðnum. Samsýning verður ikki latin, men limirnir kunnu fáa endurgjald fyri skjalprógvaðar útreiðslur til ferðing til og frá fundum í Eldraráðnum.


Stk. 5


Kommunustýrið setir eina upphædd á fíggjarætlanini til Eldraráðsins virksemi.


Stk. 6


Kommunan veitir skrivstovuhøli, fundarhøli og skrivarahjálp til Eldraráðið.


§ 7 - Gildiskoma/ Íverksetan


Viðtøkurnar koma í gildi, tá tær eru samtyktar av býráðnum.


§ 8 - Broytingar í viðtøkunum


Eldraráðið, ella ein meiriluti, kann koma við uppskoti til býráðið um broytingar í viðtøkunum.


Stk. 2


Býráðið kann koma við uppskoti til broytingar í viðtøkunum.


Stk. 3


Broytingar í viðtøkunum koma í gildi, tá tær eru samtyktar í býráðnum.


§ 9 - Um at taka Eldraráðið av


Býráðið kann til eina og hvørja tíð gera av, at Eldraráðið verður tikið av. Áðrenn tílík avgerð verður málið í góðari tíð frammanundan lagt fyri Eldraráðið til ummælis.


Stk. 2


Verður Eldraráðið tikið av, fella allar møguligar ognir v.m. til Klaksvíkar kommunu.


Kelda: www.klaksvik.fo