Valstríðið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag byrjar við framløgu av nýggja bóklinginum um vinnusjónarmið “Koyrið so á motorin”, hósdagin 20. oktober kl. 16.30 í Kaffihúsinum í Vágsbotni í Havn.
Týsdagin 25. oktober skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag saman við Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnupolitiskum valfundi í Eysturoynni, sum er hjartað í føroyskum vinnulívi.
Fram til valið leygardagin tann 29. oktober fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at leggja út eitt valsjónarmið hvønn dag