Vaktarskifti á Umlastistøðini í Trøllavík

IRF: 30. september 2011, gavst Diaba, Martin Andreas Johannesen, sum formaður á Umlastistøðini hjá IRF í Trøllavík og dagin eftir tók Torfinnur Mortensen við.


Diaba byrjaði at fáast við burturkast í Suðuroy í 1988 og frá 1989 til 1998 hevði hann sáttmála við IRF um innsavning og flutning av burtukasti har suðuri. Í 1998 yvirtók IRF innsavningina og flutning av burturkasti í Suðuroy, og Diaba varð settur sum formaður hjá IRF í Suðuroy.


Diaba fór um tey 67 í summar og gjørdi av at fara úr starvi hjá IRF seinast í september. IRF takkar Diaba fyri gott samstarv øll árini og alt tað besta framyvir.


Tann 1. oktober varð Torfinnur Mortensen settur sum formaður á umlastistøðini hjá IRF í Trøllavík. Hann hevur arbeitt við innsavning og flutningi av burturkasti í Suðuroy síðani 1992. Torfinnur er 46 ára gamal. IRF ynskir Torfinni góða eydnu í nýggja starvinum.