Vága Floghavn sett tiltøk í verk
TIL TESS AT AVMARKA CORONA/COVID-19 SMITTUVANDAN, HEVUR VÁGA FLOGHAVN FYRIBILS SETT HESI TILTØK Í VERK:
• Bert ferðafólk og starvsfólk fáa atgongd til farstøðina/terminalin.
• Avvarðandi hjá ferðafólki, sum ynskja at fylgja ella taka ímóti sínum nærmastu, verða biðin um at halda seg á parkeringsøkinum við flogvøllin.
• Hýruvognsførarar, bussførarar og onnur, sum koyra ferðafólk til og frá farstøðini, verða biðin um at halda seg uttanfyri farstøðina.
• Ferðafólk, sum eru ávegis til Føroyar, skulu áðrenn fráferð tryggja sær egnan flutningsmøguleika frá flogvøllinum við bussi, hýruvogni ella privatum flutningi.
• Ferðafólk kunnu einans hava 1 stk hondviðføri + 1 lítla teldutasku, sum tilsamans viga í mesta lagi 8 kg, við sum hondviðføri. Alt annað viðføri skal innskrivast.
• Tollfría sølan/Duty Free í farstøðini verður stongd fyri komandi ferðafólki, og hesi fara í staðin út í viðførismóttøkuna gjøgnum aðra gongd.