Vælkomin Katrin Jóhanna

Í dag, týsdag, nótaskipið Katrin Jóhanna flaggskrídd inn á Miðvág. Skipið, sum hevur heimstað í Miðvági, er tað fyrsta eftir broyttu fiskivinnunýskipanina. Seinastu árini hevur verið langt ímillum, at vit síggja flaggskrídd skip stevna inn eftir vágni, heldur hevur tað verið við sorgblídni, at vit hava eygleitt tey út eftir vágni. 

Tað, sum altíð hevur eykent føroyingin og fiskimannin er, at hann trýr uppá framtíðina og møguleikar og ikki minst uppá seg sjálvan serliga, tá talan er um fiskivinnu. Hetta hevur eyðkent okkum sum land og fólk. Um vit ikki høvdu hesi fólk, ið høvdu áræði og dirvi, hevði okkara vælferðarsamfelag ikki havt tann útvikling, sum vit síggja í dag.

Tað, sum er sermerkt og ókent er, at eigarnir ikki hava eins trygg viðurskifti, sum kappingarneytarnir hava. Møguleikin liggur í menningarkvotunum og møguleikanum at bjóða á uppboðssølu fyri at fáa raksturin at hanga saman. 

Orðaskiftið um fiskivinnunýskapina hevur seinasta árið, bæði frá politiskari og vinnuligari síðu, messa í kór, at ongar íløgur fóru at verða gjørdar í skip undir broyttu skipanini.
Hetta hava hesir ungu menn ikki latið við seg koma.

Samdur ella ósamdur við broyttu fiskivinnuskipanini, kunnu vit bara staðfesta, at hetta hevði ikki latið seg gjørt undir gomlu skipanini, har skuldi ongin annar framat. 

Men eitt er at hava áræði og dirvi, tað má sigast um hesar menn, tá vit hugsa um úttalisini frá pørtum í politisku skipanini. 

Tey, sum eftir seinastu veljarakanning standa til at vinna komandi val, við formanninum á odda, hava meir enn einaferð gjørt púra greitt, at um/ella tá teir koma til valdi aftur, verður alt broytt. 

Hesi úttalilsi saman við øðrum niðurstøðum um fiskivinnunýskipanina, um at einki skal broytst,  eru helst ein av orsøkunum til góðu veljarakanningarnar. Tað eru politisku viðmerkjarnir samdir um.

Tí er neyvan hugsandi, at man broytur støðu í hesum máli, tá man stendur til at vinna komandi val uppá?

Eitt annað, sum er sermerkt við hesum skipakeypi - her er eingin útlendskur ognarskapur. Hvussu ofta hava vit hoyrt um, hvussu týdningarmikið tað er við útlendskum ognarskapi? Fyri hesar ungu menn er hesin spurningurin ikki serliga áhugaverdur. Tað burdi fingi teir politisku flokkarnar, sum rópa um týdningin av útlendskum ognarskapi, at endurskoða sínar pástandir. 

Fyri ikki, at tað skal verða lygn, hevur Fólkaflokkurin við formanninum á odda, eitt uppskot til tingfundin í dag um at avtaka uppboðssøluna. Søgan sigur einki um, hvør skal hava kvotuna, tað kunnu vit bara gita okkum til. 

Tað margháttliga kann henda, at meðan skipið er ávegis til Føroya, kann møguleikin til at bjóða á uppboðssølu verða skryktur undan teimum. Tí verður spurningurin enn einaferð settur. 

Hvat hava Vágafólk gjørt Fólkaflokkinum?

Hvussu okkara tilfeingið háttar sær, kunnu vit bara seta okkara vón til. Men at politiska skipanin kann blíva størsta avbjóðingin, skal gott áræði til. Vit kunnu bara ynskja tykkum tillukku og góða eydnu. 

Eivin H. Jacobsen