Í døgunum 26. til 29. apríl hava 27 fólk frá kommunum, Landsverki, IRF og Strandfaraskipum Landsins verið á skeiði um at fyribyrgja og týna rottu. Skeiðið gav luttakarunum holla vitan um lívfrøðina hjá rottu, hennara livihátt og hvussu man her finnur hennara skjól og forðar henni í at trívast. Harafturat fingu luttakararnir kunnleika um rottueitur, fellur og at rottutryggja bygningar uttanífrá og við praktiskari roynd at finna feilir á bygningum. Skeiðið endaði við próvtøku, sum gevur luttakarunum møguleika at fáa løggilding at fyribyrgja og týna rottu. Hetta er fyrsta skeið av sínum slag í Føroyum, og tí var tað serliga gleðiligt, at tað var fullteknað.
11-05-2022 | Dálking og vernd
Rotta er eitt herviligt skaðadjór, sum m.a. er berari av smittu, ger skaða á bygningar, matvøru- og fóðurgoymslur, og ikki minst er til stóran skaða fyri fuglalívið í náttúruni. Har rottan er komin fyri seg í Føroyum, eru eitt nú lundin og skrápurin minkað niður í nærum einki. Men enn eru oyggjar, har rotta ikki er staðfest, og er tað okkara skylda at gera okkara ítasta fyri at forða rottuni at fáa fótin fyri seg í hesum oyggjum, og at minka um rottuna mest møguligt, har hon longu er.
Sum nevnt vóru umboð fyri kommunur og landið. Hetta gav tí góðar møguleikar fyri at knýta sambond millum luttakararnar, sum uttan iva fer at hava stóran týdning fyri arbeiðið at fyribyrgja og týna rottu í Føroyum. Breið undirtøka var fyri at stovna eitt fakforum um rottutýning, har aktingarfólk og onnur fakfólk møtast fyri at tosa saman um rottutýning og onnur viðkomandi evni og at skifta orð um royndir.
Okkara vón er at styrkja samskiftið og fakliga samstarvið millum kommunur og millum kommunur og landsmyndugleikar. Vit vilja eisini styrkja forstáilsi millum borgarar og myndugleikar um, hvønn týdning teirra leiklutur í eini munadyggari fyribyrging og týning av rottu hevur fyri føroyska samfelagið og náttúruna. Vit meta, at hetta er eitt tað fremsta sum flestu kommunur kunnu gera fyri at verja náttúruna.
Meira kunning um skeiðið fæst her