Seinasta vikuskifti var Løkshøll karmur um 47. musikkstevnuna. Nes Sóknar Musikkfelag, sum hátíðarheldur 50-ára stovningardag sín seinni í ár, var vertur fyri musikkstevnuni hesa ferð. Stevnan verður hildin vikuskiftið eftir Dýra Biðjudag á hvørjum ári.
Fríggjadagin spældu 12 ungdómsorkestur, og leygardagin spældu 8 orkestur hjá vaksnum. Íalt tóku eini 600 tónleikarar lut. Aldursbýtið millum tónleikararnar var ógvuliga vítt, og øll øki í landinum vóru umboðaðið. Tónlistarliga var eisini stórt spenni, har vóru m.a. klassisk løg, marsjir, jazzur, filmstónleikur og uppruna føroysk verk.
Næsta ár er tað Havnar Hornorkestur, sum er vertur fyri stevnuni.
Fleiri myndir frá tiltakinum:
http://www.runavik.fo/Index.asp?cId=c2b867f5-be0e-4f9c-ab39-12971f3f22ec&ClearAreas=1
Kelda: www.runavik.fo