Væleydna Skeið í Lívssamrøðu

Í heyst hevur Krabbameinsfelagið skipað fyri skeiðið í Lívssamrøðu. Skeiðið varð hildið yvir 4 dagar og eydnaðist sera væl. 15 luttakarar, úr ymsum fakbólkum, luttóku. Fakbólkarnir vóru m.a. sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar, heilsusystrar, námsfrøðingar, sosialráðgevar og heilsurøktarar.