Váðiligt við bindi fyri eygum

Hóast nýggja lóg við fleiri broytingum røkist framvegis
einki fyri veruligari semju um nýskipan av fiskivinnuni; ógreiði um ætlanir og
endamál stendur við og versnar meðan polarisering forðar fyri neyðugum
samskifti millum partar. 



Tað er ikki bara sum at siga tað at royna at fylgja
tilgongdini og tí almenna kjakinum um nýskipan av fiskivinnuni og tær
broytingar sum tann nýggja lógin um ‘fyrisiting av sjófeingi’ ber í sær fyri
vinnuna. Kaosið byrjaði í veruleikanum longu fyri góðum 10 árum síðani við
einmæltari samtykt í Løgtinginum um uppsøgn av øllum fiskiloyvum til tann 1.
januar 2018. Hetta bygdi alt á eina øsing um einar tveir-tríggjar skipahandlar
har upphæddirnar vóru størri enn føroyingar vóru vanir við. “Spekulatión við
fólksins ogn” var eitt av rakstrarrópunum, og eingin tóktist geva sær far um at
tað hevði uttan iva verið best at bíða við at sundurbrotið verandi skipan
áðrenn man visti hví og hvat og hvussu. Eitt nú hevði væl borið til at innført
nýggjar skattareglur ið forða fyri at rættindi verða seld fyri ov stóran
vinning. Men aftan á rúma tíð og so kanningarnevnd í evstu stund, sum man
kortini ikki lurtaði eftir, og almikið av einsíðugum politiskum orðadrátti, kom
so tann nýggja lógin skinklandi ígjøgnum, samtykt stutt fyri árslok 2017. 



Hetta skuldi tó vísa seg bara at vera enn ein byrjan, og nóg
illa tað; tí eingin endi tykist vera á broytingum ið krervjast fyri at lógin
skal kunna fungera yvirhøvur. At lógarteksturin sær út til at vera ein tann
mest fløkti sum nakrantíð er orðaður á føroyskum, kunnu vit venda aftur til
eina aðru ferð. 



Tað stutta av tí langa er at tillagingarnar hava longu verið
fleiri, og alt bendir á at enn fleiri eru ávegis. Sambært fiskimálaráðharran virkar
tann nýggja uppboðssølan ikki eftir vild og skal tí yvirhálast — fyri at halda
verandi aktørum í fiskivinnuni uttanfyri, skilst, soleiðis at onnur skulu
lættari koma framat. 



Her er also hált fyri ikki at siga glerstoytt. Fyrst fer man
inn fyri at steðga ‘spekulatión’ og ‘staðfesta fólksins ogn’ og alt gott um
tað; tað veldst altíð um hvussu tað verður gjørt — devulin situr í smálutunum.
Men ketan leyp sum sagt longu av tá tað varð samtykt uttan veruligt umhugsni at
siga øll loyvi upp. Síðan gingu árini og alt vit hava fingið er hendan nýggja
lóggáva sum eingin tykist vilja kennast við.



Forspákarar fyri grótharðari neoliberalismu, herundir
fyrrverandi aktivistar á ytsta vinstravonginum vanir at hugsa kollvelting fyri
ein og hvønn prís, fingu ikki sín vilja og súrmúlaðu so skjótt tað stóð greitt
at talan ikki var um altumfatandi uppboðssølu av veiðirættindum. Tað var kanska
hugstoytt fyri hesar at kollveltingin ikki kom hesuferð heldur — ella kemur hon
kortini, bara meira spakuliga og frá vinstru síðu og ikki høgru sum annars
‘marknaðarbúskapar’ mantran legði upp til? 



Les meira: https://www.fiskivinnan.com/2018/08/vailigt-vi-bindi-fyri-eygum.html#more