Útvarpssignal í Kollfjarðartunlinum til várs

SENDINET: Nógvir bilførarar hava saknað, at ongar útvarpsrásir hoyrast í tí mest ferðslutunga tunlinum í landinum. Hetta verður skjótt søga, tí í vár verður útgerð sett upp í Kollfjarðartunlinum, sum fer at gera, at allar tríggjar landsdekkandi útvarpsrásir fara at hoyrast í hesum tunlinum.


Sum er hoyrist bert útvarp í fimm tunlum í Føroyum, nevnliga Vágatunlinum, Norðoyartunlinum, Hovstunlinum, Leynatunlinum og Norðskálatunlinum. Hetta eru millum mest ferðslutungu tunlar í landinum, men har flest akfør koyra dagliga, er ígjøgnum Kollfjarðartunnilin.


Nú kunnu bilførarar síggja fram til ikki at fáa avbrotið útvarpið í Kollfjarðartunlinum, tí í næstum verður farið undir at seta upp FM-móttakaraútgerð upp í hesum tunlinum.


Tað er í sambandi við eina próvtøkuverkætlan á Tekniska Skúla í Tórshavn, har royndir hava verið gjørdar at fáa útvarpssignal at virka í Gásadalstunlinum. Hesar royndir eydnaðust so mikið væl, at skúlin hevur bjóðað seg til at seta slíka útgerð upp í Kollfjarðartunlinum. Hesum hevur Mentamálaráðið, ið varar av sendinetinum hjá Kringvarpi Føroya, valt at tikið av. Hetta verður gjørt í samstarvi við Landsverk, ið varar av trygdini í tunlunum, og sum arbeiðir við at fáa eina trygdarfráboðanarskipan at virka í øllum tunlum í landinum.


Tað verða tí Mentamálaráðið og Landsverk, sum í felag rinda útreiðslunarnar, meðan Tekniski Skúli í Tórshavn fremur verkætlanina. Talan er um eina nýmenta, men tekniskt einfalda loysn, sum er munandi bíligari enn tær, ið higartil hava verið nýttar, men sum skuldi verið eins álítandi og hesar.


Landsverk fegnast um hetta samstarvið, sum er ein winn-winn-støða fyri allar partar. Næmingar á Tekniska Skúla í Tórshavn fáa roynt seg fakliga, meðan Mentamálaráðið og Landsverk fáa eina bíliga loysn á eina íløgu, sum bilførarar í meginøkinum hava eftirlýst í nógv ár.