Útróðurin má ikki steðga

Tað er
eyðsæð, at ein bráfeingis loysn má finnast í veiðibólki 5, so útróðrarflotin
ikki verður lagdur restina av árinum. Og eg havi alla orsøk at vænta, at tey
longu eru í ferð við at snikka eina loysn saman í Fiskimálaráðnum.



Lættasta
loysnin er annaðhvørt at flyta fleiri bátar úr B-bólkinum upp í A-bólkin fyri á
tann hátt at frígeva nakrar dagar í B-bólkinum, ella bara at gera dagarnar, sum
eftir eru, til felagsdagar hjá bæði A-, og B-bólkinum – altso øllum bólki 5.



Eg dugi í øllum
førum ikki at síggja, at landsstýrismaðurin við hesum báðum møguleikunum hevur
nakrar trupulleikar við heimildunum.



Men hetta
er bert ein bráfeingis loysn og fyrsta stigið í eini trístigarakett. Tí eftir
valið skal ein nýskipan fyri okkara útróðrarflota gerast. Ein nýskipan, sum
tryggjar burðardygga veiðu og samstundis tryggjar, at tey, ið liva av útróðri,
hava fyrstarætt til fiskidagarnar.



Tann
nýskipanin er tó triðja og seinasta stigið í trístigarakettini. Longu á
ólavsøku má landsstýrismaðurin nevniliga í tingið við stigi tvey, tí tá vænti
eg undir øllum umstøðum, at allur bólkur 5 er um at vera tómur fyri fiskidagar.



Í stigi
tvey má landsstýrismaðurin útvega sær neyðugu heimildirnar at tryggja, at
útróðurin ikki aftur steðgar upp hjá teimum, sum hava hann sum livibreyð,
áðrenn veturin kemur.



Og har eru nógvir
møguleikar.



Til ber at
seta eitt bagatell-mark fyri avreiðingum, soleiðis at bara avreiðingar omanfyri
eina ávísa vekt telja við sum brúktir fiskidagar. Markið kundi til dømis verið
avreiðingar omanfyri 600 pund. Allar avreiðingar niðanfyri hesa vekt skuldu so
ikki talt við, og tað kundi verið gjørt afturvirkandi frá ársbyrjan. Á tann
hátt ber til at frígeva nokkso fitt av døgum.



Eisini
kundu vit sagt, at dagarnir, sum pensjonistar brúka fyri at røkka 60.000
króna-markinum, ikki taldu við. 60.000 krónur er tað, sum pensjonistar kunnu
avreiða fyri, áðrenn teir verða mótroknaðir í pensjónini.



Ella vit
kundu sagt, at øll kunnu avreiða fyri 60.000 krónur, áðrenn fiskidagarnar byrja
at telja.



Helst er
tað bert hugflogið, ið setir mørk her.



Men í
einari varandi skipan hevur tað størsta týdningin, at tey, sum hava mest brúk
fyri fiskidøgunum, hava fyrsta rætt at sleppa framat teimum. Tí má ein nýskipan
taka støði í hesum, og dagarnir mugu stillast so rætt, at tað ikki bara per
automatikk skal bera til at koma afturumaftur og økja dagatalið. Tí tá missir
reguleringin alla meining.



Onkur,
millum annað Sniálvur Røvilsberg, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, hevur
verið frammi við hugskotinum um at býta bólk 5 upp í tríggjar undirbólkar, A, B
og C, ístaðin fyri bara tveir, sum nú er galdandi. Tað hevði kanska verið ein
skilagóð loysn.



Ingolf
S. Olsen


løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi