Útnorðurráðið skipar fyri evnisráðstevnu í Grindavík

“Fólkaræði í Útnorðuri - leiklutur tjóðartinganna í arktiskari stjórnarstýring”, er heitið á ársins evnisráðstevnu, ið verður sett ímorgin. Ráðstevnan verður hildin í Grindavík í Íslandi íár.

Á leið 50 luttakarar eru á ráðstevnuni, og av teimum eru 20 tingfólk úr Útnorðuri.

Seinnu árini hevur Útnorðurráðið serliga savnað seg um gongdina í Arktis, og ársins evnisráðstevna snýr seg um, hvørjar møguleikar tjóðartinglimirnir og Útnorðurráðið hava, at ávirka avgerðargongdir, ið viðvíkja Arktis. 

Tjóðartingini hava ein týðandi leiklut at tryggja, at stjórnanin av økinum og Arktis er  holl.

Evnisráðstevnan í Grindavík er løgd til rættis við tí í huga, at fyrilestrar, røður og kjak skulu:

Vaksa um vitan og innlit tinglimanna í almennum hugburði, áhugamálum og raðfestingum, 
        í mun til Arktisk viðurskifti.
Greiða, hvat holl stjórnan av Arktisk er og vaksa um fatanina av hvussu politikkur, lógir og lóggáva
        ávirka mannarættindini hjá tí einstaka- og almenninginum í egnum landi, harímillum
        upprunafólkinum í Arktis.
Kunna tinglimirnar um Arktis sum heild, um avgerðargongdir í altjóða- og landspartafelagsskapum.
Halda limunum til, at virka fyri at arktisk mál verða vird í tjóðartingi, av útinnandi valdi og á
        altjóða palli. Fyrivarni verður sjálvandi tikið til stjórnarrættarligu viðurskiftini; Ísland er
        sjálvræðistjóð, og heimastýrislondini Føroyar og Grønland eru partur av Ríkisfelagsskapinum 
        og undir Danmark.

Høvuðsrøðarar úr Slovenia og Alaska.

Útnorðurráðið hevur vent sær til tveir serfrøðingar í altjóða sambondum, rættindum hjá upprunafólki og altjóða rætti, at verða høvuðsrøðarar á ársins evnisráðstevnu.

Zlatko Šabič, Slovenia, er professari í altjóða sambondum, og varadeildarleiðari fyri Altjóða Samstarv á Samfelagsvísindaliga Fakultetinum við lærda háskúlan í Ljubljana. Í skjótt tvey áratíggju hevur hann verið limur i Strategiska Ráðnum fyri uttanríkisviðurskifti - ið er partur av Slovenska uttanríkisráðnum - og hevur tí hollar royndir í uttanríkispolitiskum kjaki.

Zlatko Šabič, fer at røða um parlamentariska leiklutin, tá uttanríkispolitikkur verður tilevnaður.
So skilja tinglimirnir, hvussu umráðandi tað er at luttaka, tá uttanríkispolitiska dagsskráin skal tillagas.  

Hin høvuðsrøðarin á ráðstevnuni, er ph.d Dalee Sambo Dorough úr Alaska. Hon er serfrøðingur í mannarætti, altjóða mannarættindalóggávu, altjóða sambondum, og upprunafólka-mannarættindalógávu . Dr. Dalee Sambo Dorough er lektari í stjórnmálafrøði við lærda háskúlan í Alaska Anchorage, ið hevur ábyrgdina av undirumráðnum fyri altjóða sambond.

Dalee Sambo Dorough fer serliga at tosa um høvuðsreglurnar í hollari stjórnarførðslu  sum samsvara við ST-yvirlýsingar viðvíkjandi rættindum hjá upprunafólki. Hon fer at leggja dent á at greiða frá, hvussu arktiskur politikkur, lógir og lóggáva ávirka mannarættindini í einum landi, harímillum hjá upprunafólkinum í Arktis.

Ávirkan á gongdina í Arktis.
Leygardag seinnapart, snýr ráðstevnan seg um millumlandastovnin, Arktiska Ráðið. Magnus Johannsson, stjóri á avgreiðslustovuni hjá Arktiska Ráðnum í Tromsø fer at greiða frá, hvussu ráðið arbeiðir og er skipað. Árni Thor Sigurdsson, sendiharri hjá Arktiska Ráðnum í Íslandi, fer at lýsa leiklut og møguleikar hjá sendiharrunum, Senior Arctic Officials, at ávirka dagsskránna í ráðnum.

Men ikki alt skal snúgva seg um stovnin. Valur Ingimundarson, professarai í søgu við lærda háskúlan í Íslandi, er boðin við á ráðstevnuna at halda ein fyrilestur um arktiska stjórnleiðslu.

Hann hevur fyrireikað seg væl til ráðstevnuna, kannað søguna væl, og hugt nærri at dynamikkinum í altjóða samráðingum, serliga í Útnorðurráðnum.

Síðani, fyri enn betur at greina samansetingina og arbeiðið í Arktiska ráðnum, er Aqqaluk Lynge, fyrrverðandi formaður í  Inuit Circumpolar Conference, ICC, ið er Samstarvsstovnur Inuittanna, boðin við á ráðstevnuna. Hann veit millum annað at siga, hvussu ICC, og aðrir sokallaðir óstøðugir limir í Arktiska Ráðnum hava megnað at taka sess við arktiska borðið, ið er nú er vert at trákkast.

Pallborðskjak
Seinni á degnum verður seta, har framsøgurøðarar koma við teirra boði uppá: Hvussu ber til hjá tinglimum at styrkja egna luttøku í- og ávirkan á arktisku dagsskránna, bæði á tjóðartingi, mótvegis útinnandi valdi og á altjóða palli

Kjakast skal um ymisku boðini, og limirnir í Útnorðurráðið kunnu vænta eitt spennandi orðaskifti.

Síðsta ráðstevnudag, sunnudagin 31. januar, fer Ágúst Thor Árnason, stjóri í Polar Law Institute við lærda háskúlan í Akureyri, at halda fyrilestur um útnorðurlendskt grundarlag fyri felags Policy í arktiska økinum.

At enda fer Anna Sofia Lava, Kandidatur i Politikki og Fyrisiting, útbúgvin við lærda háskúlan í Roskilde, at leggja fram úrslitið av sergreinini frá 2015, um føroyskan uttanríkispolitikk og samstarv í Útnorðurráðnum. Vónandi fær Ráðið íblástur til arbeiðið framyvir,  tað veri seg á arktiska økinum,  ella sum einstakir tinglimir, ið sjálvir kunnu ávirka dagsskránna í Arktis gjøgnum Ráðið og tjóðarting limalandanna.

Umframt ráðstevnuna, hevur eisini verið hildin eitt evnisskeið ídag, fríggjadag 29. januar. Skeiðið er fyriskipað av einum arbeiðsbólki undir NORDREGIO, ið er granskingarstovnur hjá Norðurlandaráðnum. Arbeiðsbólkurin hevur lagt fram partar av úrslitinum av kanningini “Burðardygg økismenning í Arktis”