Útnorðurráðið og Arctic Circle verða samstarvsfelagir

Útnorðurráðið hevur ídag, leygardag hin 30. Januar, skrivað undir sáttmála um samstarv við Artic Circle. Sáttmálin varð undirskrivaður á evnisráðstevnu , ið Útnorðurráðið skipar fyri í Grindavík í Íslandi í hesum døgum

Sigríður Blöndal, direktør for Arctic Circle, og Lars Emil Johansen, formand for Vestnordisk Råd, skrivaðu undir samstarvsavtaluna.

Partarnir eru samdir um, at Útnorðurráðið eftir hetta fer at luttaka í ársfundinum hjá Arctic Circle, umframt øðrum fundum, hildnir í Íslandi og øðrum londum.

-Samstarvið ber við sær, at Útnorðurráðið leggur fram hugskot og uppskot um evnisdagar, evni, røðarar og fyrilestrahaldarar, og – um semjast kann um tað, og grundarlag er fyri tí – leggur til rættis verkætlanir millum ársfundir, til dømis stovnar nevndir at taka sær av serligum evnum í ráðveldi Arctic Circle.

Lars Emil Johansen væntar, at avtalan fer at hava avgerandi týdning fyri Útnorðurráðið.

-Vit verða sjónligari og virknari í arktiska arbeiðnum. Tað haldi eg vera týdningarmikið, sigur Lars Emil Johansen. 

Sigríður Blöndal sigur, at tað er so líkatil, at Útnorðurráðið fer uppí avtaluna, tí longu sum er, samstarvar ráðið á fleiri økjum við Arctic Circle.

- Fyri okkum at síggja, er eitt tætt samband millum tey trý londini ein styrki, tá talan er um framtíð arkis. Bæði Útnorðurráðið og Arctic Circle verða styrkt, sigur Sigríður Blöndal.

Starvast undir egnum heiti
Útnorðurráðið hevur tryggjað sær rættin, undir egnum navni, at leggja til rættis evnislestrar á fundunum, umframt loyvi at bjóða ásettum tali av fólki við á fund.

Tiltøkini verða løgd til rættis í samstarvi við Arctic Circle.

Eftir hetta fer at standa á heimasíðu Arctic Circle, at Útnorðurráðið er samstarvsfelagi stovnsins, og á sama hátt skal viðkomandi kunningartilfar eisini vísa á samstarvsavtaluna.

Arctic Circle er almannagagnligur og óheftur stovnur. 
Ólafur Ragnar Grímsson var millum teirra, ið tóku stig til Arctic Circle ráðstevnuna.Tá ráðstevnan í 2015 varð hildin á triðja sinni, luttóku yvir 40 lond, teirra millum Kina, Týskland og Frankaríki.

Arctic Circles´s hevur til endamáls at fáa fleiri at samrøða um Arktis, og at seta Arktis í brennidepilin í alheims høpi.
 
Útnorðurráðið er tingmannasamstav millum Grønland, Island og Føroyar. Ráðið hevur til endamáls at samstarva um felags áhugamál. Tey eru millum annað at tryggja livandi- og ikki livandi tilfeingi og mentan. Harafturat samstarva limirnir um at menna áhugamál útnorðurs í stjórn og stýrum í Útnorðuri – serliga mál, ið snúgva seg um røkt av teilfeingi, umhvørvisdálking o.o. 

Føroyar og Grønland við á Arctic Circle Forum
Forseti Íslands, Ólafur Ragnar Grímsson, átti at verið gestarøðari, men hann var blivin sjúkur. Ístaðin helt stjórin í Arctic Circle røðuna hansara vegna.

Har kom millum annað fram, at arbeitt verður við, at Føroyar og Grønland skulu hýsa Arctic Circle Forum saman við Íslandi.

Arctic Circle Forum er ein minni ráðstevna, sum verður hildin á hvørjum ári. Íslendski forsetin skjýtur upp, at fyrsta ráðstevnan í Føroyum verður í 2017.