Norska Statiskisk sentralbyrå metir at íløgur í oljuvinnu í Noregi í 2013 fara at liggja á methøgum 194,3 milliardum.
Kelda: Oljeindustriens Landsforening
Statiskisk sentralbyrå í Noregi telur hvønn ársfjórðing íløguætlanirnar fyri oljuvirksemi í Noregi. Seinasta teljingin vísir, at í 2012 fara at verða gjørdar íløgur fyri góðar 186 milliardir norskar krónur. Og sambært hesi teljing verður so eisini mett, at íløgurnar í 2013 verða uml. 8 milliardir hægri á 194,3 milliardum.
Tað er týðiligt, at optimisman fyri tíðina er stór í norskari oljuvinnu, sigur Bjørn Harald Martinsen, búskaparfrøðingur í Oljeindustriens Landsforening.
Ein av orsøkunum til methøga vøksturin er m.a. at tríggjar stórar útbyggingarverkætlanir eru góðkendar av myndugleikunum beint undan hesi metingini. Tær størstu útbyggingaríløgurnar í 2013 væntast at fara at vera á Goliat, Eldfisk II og Edvard Grieg.
Eisini íløgur til økir í drift síggja út til at verða størri í 2013 enn í 2012.
Kelda: www.industry.fo