Útivikan 2012

Í samband viðútivikuna í ár, var skipað fyri gongutúrum v.m.


Leivur á Torkilsheyggi sigur frá.


Tann 12. mai var gingið eftir gomlu varðagøtuni millum Toftir og Runavík, frásøgumaður var Jógvan I. Olsen.


19. mai var útferð yvir í Nev, frásøgumaður var Leivur á Torkilsheyggi. Ferðin endaði við ábiti í húsinum, sum bóndahjúnini Leivur og Elin hava í haganum.


29. mai var so summarkvøld við Toftavatn, sum Nes- og Runavíkar kommuna skipa fyri í felag.


Røðarar við vatnið í ár vóru Dan Reinert Petersen og Hilmar Nielsen. Burgarar vóru til øll, og felagsangur var við undirspæli frá Jóannes Hansen.


Kelda: www.nes.fo