Útgávudagur við Evi Tausen

Í dag, fríggjadagin 11. des., kemur nýggja fløgan hjá væl umtóktu Evi Tausen út. Fløgan kallast "Make This Life a Dance" og eru 9 skeringar á.

Í sambandi við útgávuna verður útgávudagur frá kl. 16 í Tutl handlinum í miðbýnum í Havn. Evi verður at hitta, og spælir hon eisini nøkur løg av fløguni, Tutl bjóðar kaffi, te og okkurt søtt afturvið. 

Øll eru vælkomin.