Útflytarar fingu ráð um Kina

Mikudagin 20. juni skipaði Vinnuhúsið fyri kunnandi fundi fyri útflytarum, ið hava áhuga fyri kinesiska marknaðinum.


Grace He, ið arbeiðir hjá danska Handilsráðnum (Trade Council) á donsku sendistovuni í Beijing, greiddi frá, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu nýta danska útflutningsráðið.


Hon greiddi frá, at danska Handilsráðið kann ráðgeva fyritøkum, ið ætla sær at fáa fótin fastan á kinesiska marknaðinum, og at Handilsráðið m.a. hevði hjálpt Royal Greenland við at fáa samband við møguligar keyparar í Kina.


Hon greiddi eisini frá, at 1. mai komandi ár skulu øll virki og skip verða skrásett á einum lista fyri at útflyta vørur til Kina. Hon mælti tí øllum útflytarum til at seta seg í samband við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í Føroyum fyri at skráseta seg á hesum listanum. Hon metti, tað var best at skráseta seg beinanvegin, tí at aftaná 1. mai kundi tað gerast meira trupult at sleppa á listan.


Eini 25 fólk vóru við á fundinum, ið vardi ein tíma.