Farið verður nú undir at víðka um Norðskála-Oyrar skúla við einum bygningi í bakkanum niðanfyri verandi skúla. Talan verður um seks skúlastovur, ið skulu standa klárar at taka í nýtslu, tá næsta skúlaár byrjar komandi summar. Hetta var einmælt samtykt á býráðsfundi 28. november.
Spakin verður settur í áðrenn jól, soleiðis at sjálv byggingin kann fara í gongd tíðliga í komandi ári.
Á skúlanum ganga í løtuni 82 børn, og har eru 12 fólk í starvi. Barnatalið er vaksandi, og tískil er neyðugt við fleiri og størri undirvísingarhølum fyri at nøkta tørvin hjá skúlanum. Somuleiðis verður hugsað um virksemið á Oyrarbakka hjá tónlistarskúlanum Norðljómi, sum eisini hevur havt trongar umstøður. Við økta talinum á undirvísingarhølum verður rúmsáttari hjá Norðljómi at skipa sína frálæru saman við fólkaskúlanum.
Tað er teknistovan A3, ið hevur teknað uppskotið til nýggja bygningin. Kostnaðurin er mettur til umleið 5 mió. kr.