Útbjóðingartilfar er í samsvari við lisitatiónslógina

Í sambandi við útbjóðingina av byggingini av Skúladeplinum við Marknagil fílist Føroya Handverksmeistarafelag á nøkur viðurskifti, sum eiga at verða rættað, og at útbjóðingartilfarið er mangulfult og tí ikki í samsvari við lisitatiónslógina. Hetta er skeivt.


Landsverk vísir aftur, at útbjóðingartilfarið viðvíkjandi Skúladeplinum við Marknagil ikki er í samsvari við lisitatiónslógina og ABF 06, sum Føroya Handverksmeistarafelag vísir á í brævi til Mentamálaráðið og Landsverk.


Viðurskiftini, sum felagið vísir á í skrivinum, eru longu viðgjørd millum partarnar í málinum og komin í rættlag.


Í skrivinum frá Føroya Handverksmeistarafelag verður víst á, at prosjektið í fleiri førum er ógreitt og torskilt. Hetta er ikki rætt.


Landsverk hevur viðgjørt hesi viðurskiftini við ráðgevararnar, sum hava gjørt prosjektið, og er av teirri fatan, at tað ikki hevur nakað endamál í einum so stórum prosjekti at gera tilvísingar til allar smálutir í prosjektinum.


Tað er heilt vanligt, at fyritøkur, sum ynskja at bjóða upp á slíkar stórar uppgávur, mugu seta seg inn í alt tilfarið, sum er viðkomandi fyri at kunna loysa ta einstøku uppgávuna, og út frá teirri valdu loysnini bjóða ein prís. Hetta fyri at fáa so góðar og kappingarførar loysnir, sum til ber.


Av somu orsøk verður í útbjóðingartilfarinum í einstøkum førum lagt upp til frítt at velja framferðarhátt, har fyritøkur saman við undirveitarum kunnu bjóða seg fram at loysa uppgávurnar á sín egna hátt. Sostatt verður kapping um at veita tær bestu og bíligastu loysnirnar, ið teir ymsu veitararnar sjálvir hava besta førleikan til at meta um. Allar loysnir skulu tó góðkennast av Landsverki sum byggiharra.


Í skrivinum verður at enda mælt til at leingja tíðarfreistina til innlating av tilboðum. Landsverk fer nú at viðgera hetta saman við ráðgevarunum og síðani venda aftur til teir bjóðandi, um grundarlag er fyri at leingja freistina.