Tórshavnar kommuna hevur samtykt, at 1,5% av byggikostnaðinum skulu brúkast til at listprýða nýggjar bygningar hjá kommununi.
Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur avgjørt, at øll listafólk hava møguleika at koma við uppskoti at listprýða nýggja Boðanesheimið.
Listabólkurin hevur tikið avgerð um at bjóða arbeiðið at listprýða Boðanesheimið út alment, býtt í hesar arbeiðstøkur:
1. Gongsarealið í ovaru hædd.
2. Gongsarealið í niðaru hædd.
3. Seturstova, samkomuhøll og móttøka í einum.
4. Deildin fyri minnisveik.
Tey, ið bjóða, kunnu bjóða upp á eina, fleiri ella allar arbeiðstøkurnar.
Til tær ymisku arbeiðstøkurnar er peningur avsettur soleiðis:
Gongsarealið í ovaru hædd kr. 150.000,00
Gongsarealið í niðaru hædd kr. 150.000,00
Seturstova, samkomuhøll og móttøka í einum kr. 400.000,00
Deildin fyri minnisveik kr. 100.000,00
Útbjóðing
Leisturin fyri útbjóðingina verður soleiðis:
• Listafólk lata skitsuuppskot inn við frágreiðing um listaverkini. Í uppskotinum skal upplýsast, hvørja ella hvørjar arbeiðstøkur, boðið verður uppá, og hvør kostnaðurin verður fyri hvørja arbeiðstøku, íroknað uppseting og møguliga innramman av listaverkunum. Afturat hesum skal neyvt útgreinast, hvat tilfar verður nýtt til listaverkini.
• Upplýsast skal, at listaverkini skulu vera liðug og uppsett í seinasta lagi 20. oktober 2012.
• Listabólkurin skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini ella einki at taka. Listabólkurin skilar sær eisini rætt til at lata sama listafólk fáa eina, fleiri ella allar arbeiðstøkurnar, sum samlaða arbeiðið er býtt upp í.
• Tá ið Listabólkurin hevur tikið avgerð um, hvør verður biðin at gera ymisku arbeiðstøkurnar, verða sáttmálar gjørdir við viðkomandi listafólk, har m.a. treytir fyri avhending, uppseting, kostnað og aðrar treytir verða ásettar.
• Uppskotini skulu vera Listabólkinum í hendi í seinasta lagi 25. juni 2012. Um uppskot koma inn eftir ásettu freistina, verður sæð burtur frá teimum.
Kunning
Bjóðað verður til kunningarfund á Boðanesheiminum týsdagin 15. mai 2012 kl. 11, har Listabólkurin saman við arkitektunum fer at greiða frá verkætlanini.
Tekningar yvir Boðanesheimið fáast á Mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Um spurningar eru hesum viðvíkjandi, ber til at venda sær til Jákup Simonsen, mentamálaleiðara, ella Mikael Viderø, býararkitekt.