Úrslitið hjá Smyril Line í 2019

Árið 2019 gjørdist enn eitt gott ár hjá Smyril Line. Virksemið øktist munandi, og samlaða úrslitið bleiv eitt yvirskot á 75 mió. kr., ið eisini var eitt vet betri enn væntað.
 
o Í 2019 var sølan 937 mió., mótvegis 845 mió. í 2018.
o EBITDA úrslit á 150 mió., mótvegis 101 mió. í 2018.
o Við ársenda í 2019 høvdu vit:
 167 mió. í gjaldføri (2018: 68 mió.).
 Eginpening á 348 mió. (2018: 272 mió.).
 Eina fíggjarstøðu, ið javnvigar á 1.173 mió. (2018: 887 mió).
 Eina langfreistaða skuld á 604 mió. (2018: 415 mió).

Hósast gott úrslit, so rindar Smyril Line onki vinningsbýti í 2019. Flutnings- og ferðavinnan er í eini ógvuliga ótryggari støðu, og tískil er umráðandi at bjálva seg til eina óvissa framtíð.

Eins og árini frammanundan, gekk væl við ferðafólka søluni á útlendsku marknaðunum í 2019. Áleið 80% av ferðafólka søluni liggur nú uttanfyri Føroyar.

Í 2019 gekk eisini væl í matstovu- og gistingarvinnuni, og virksemið hjá Hotel Hafnia gekk væl. Vit á Smyril Line hava sæð, og síggja framvegis góðar møguleikar í ferðavinnuni í Føroyum, men nýggja støðan við Corona ger tað sera trupult at spáa um framtíðina. Eftir ætlan skuldi Hotel Brandan lata upp 1. mai í 2020. Hendan ætlan er fyribils slept. Væntandi er árið 2020 farið fyri bakka, og tað verður helst trupult at fáa veruliga gongd í aftur í 2021, men livst so spyrst.

Góða búskaparliga gongdin í Føroyum hevur gjørt farmavirksemið munandi størri. Hetta hevur sett stór krøv til felagið, men enn sum áður er aðalmálið at seta kundan og hansara tørv í miðdepilin. Megna vit hetta, síggja vit eisini góðar framtíðar vakstrarmøguleikar á hesum virkisøkinum.

Í desember 2019 gjørdu vit íløgu í famaskipið Akranes, ið røkir eina rutu ímillum Føroyar, Ísland og Danmark. Sostatt hava vit økt enn meira um okkara farmavirksemið, hettar fyri at tryggja framtíðar virksemi og samstundis tryggja, at vit eru minnið tengd at ávísum marknaðum.

Umframt Norrønu hava vit fýra farmaskip í okkara flota, nevniliga Eystnes, Hvítanes, Akranes og Mykines.

Tilsamans starvast nú áleið 475 fólk hjá Smyril Line samtakinum, har av nógv tann stórsti parturin eru føroyingar.