Komandi leygarkvøld fer Martin Joensen á pall í Løkshøll í Runavík.
- Ikki er so heilt lætt at lýsa tiltakið við einum orðið. Talan verður um eitt varisligt bland av konsert og upplestri, sum Martin hevur valt at geva heitið »Úr dagbókini: Martin Joensen syngur og sigur frá«. Søgan handan sangirnar verður søgd, umframt at hendingar og hugleiðingar á lívsleiðini verða tiknar fram, siga fyrireikararnir.
Serligur dentur verður lagdur á hesi seinastu árini, har lívið fekk kollveltandi vend á so at siga øllum økjum, ikki minst andaliga.
Martin verður einsamallur á palli teir útvið tveir tímarnar, tiltakið varir. Kaffi og køka verða at fáa í steðginum, umframt at fløgur Martins og bókin “Lat meg goyma teg” verða til keyps. Vil onkur hava bókina ella fløguna signeraða, so verður eisini høvið til tess.
Portalurin: http://planet.fo/grein/martin_joensen_i_lokshll
Kelda: www.runavik.fo