Upptakt til FMA Í Reinsarínum

Í kvøld kl 20.00 verður stór FMA upptakt í Reinsarínum, har nøkur av okkara heitastu nøvnum fara á pall. 

Klaksvíksbólkurin Danny & The Veetos eigur nøkur av teimum størstu útvarpshittunum seinastu árini sum eitt nú, Sunnukvøld í mai, Allright og Farvæl, og nú fríggjadagin fara teir á pall í Reinsarínum, har teir fara at borðreiða við nýggjum tónleiki. 

Sissal hevur seinastu tíðina gjørt vart við seg í føroyskum útvarpi, eftir at hon í fjør gav út debut fløguna “A Lonely Chair With a View”.  Sissal er innstillað til ein FMA sum ársins besta songkvinna í popp/rokk bólkinum.

Lyon kom buldrandi á føroyska tónleikapallin í 2010, tá hann vann árligu Singer/Songwriter kappingina. Lyon gav út sjálvnevndu fløguna Lyon í 2015. 11 sterkir sangir við broddi og sál. Men Lyon á konsert er ikki minni gott, røddin er framúr, gittarspælið gott, og á klaverinum er hann meistarligur. 

Fróði Bjarnason er gávuríkur ungur tónleikari og sangskrivari. Eins og Lyon og Sissal vann Fróði í fjør tónleikakappingina Stella Polaris/Sement 2018. Hann hevur við sær ein bólk, av sera dugnaligum tónleikarum hetta kvøldið. Hetta er eitt fekst og spennandi navn, ið vit fara at hoyra nógv til framyvir.

Hetta verður eitt brak av einari veitslu, og vit gleða okkum at síggja teg har.