Uppskot um uppgávukapping

Við hættisligu gongdini í huga, hava fleiri roynt at koma við boðum um, hví nógv eftir læru og lesna velja at verða verðandi í útlondunum (Danmark).


Orsøkirnar kunnu vera ymiskar, og nakrar (kanska nógvar) eru av tílíkum slag, at vit kunnu gera nakað við tær, soleiðis at fleiri velja at koma aftur. Í hesum sambandi fyristilli eg mær, at landið ella onkur peningafyritøka kundi útskrivað ein kapping undir heitinum: Hvussu fáa vit okkara fólk heimaftur?


Tvær, tríggjar tær bestu frágreiðingarnar kundu fingið virðisløn.


Øll kundu luttikið, men doyin eigur at verða lagdur á, at tey ´burturbúgvandi' verða kunnaði um kappingina og eggjað til at luttaka.


Dagfinnur Danbjørg.