Uppskot um mismunarbann farið í rættarnevndina

LÓGARUPPSKOT: Løgtingsuppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum var til 1. viðgerð á tingi mikudagin. Framsøgufólk dámdu sum heild væl hugsanina handan uppskotið, sum nú er beint í rættarnevnd tingsins.
 
Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS
 
Samstundis sum semja var um, at endamálið við uppskotinum er gott, høvdu nøkur framsøgufólk dámt betur, at uppskotið kom frá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum. Hesi meta, at tá hevði uppskotið verið neyvari og betur gjøgnumarbeitt.
 
Sonja Jógvansdóttir vísti hinvegin á, at uppskotið tekur støði í tveimum donskum lógum og evropiskari lóggávu, alt lógir, sum hava verið royndar í mong ár. Tí heldur hon, at grundarlagið fyri hennara uppskoti er gott, og at lógin fer at vera trygg og góð hjá teimum, ið skulu nýta hana í gerandisdegnum.
 
Fleiri av tingfólkunum nýttu tíð at tosa um hugtakið "happing" og um fatanina av mismuni.
 
Framsøgumaður javnaðarfloksins, Jónleif Johannesen, helt, at happing kanst tú koma út fyri uttan mun til, um tú onkursvegna ert øðrvísi ella ikki.
 
- Happing kemur fyri óansæð, eisini um tú ongi frábrigdi hevur sum til dømis, at tú ert reyðhærdur. Happing kann brádliga standast úr ongum í einum skúlaflokki, tað havi eg sæð í fólkaskúlanum, segði Jónleif Johannesen.
 
Hann heldur, at onkur sonevnd gráøki eru í uppskotinum. Hann dugir væl at síggja, at trupulleikar kunnu standast, tá talan er um fólk á arbeiðsmarknaðinum, sum bera brek. Hvat gert tú, um mismunur stendst, og hvussu vurderar tú tað. Hvar er markið og er talan um menniskjanslig mørk, spyr hann.
 
- Eg kenni eitt sindur til happing í Fólkaskúlanum. Har hava vit til dømis trivnaðarætlanir, sum hava ein fyribyrgjandi leiklut. At arbeiðspláss skulu hava trivnaðarætlanir, sum skulu hava fyribyrgjandi átøk, síggi eg ikki nóg væl í hesum uppskotinum, helt Jónleif Johannesen.
 
Hann heldur, at hetta er eitt uppskot, sum krevur gjølliga viðgerð í Rættarnevndini, og hann vónar, at Rættarnevndin fer at nýta ta tíð, sum er neyðug.
 
- Eg mæli til, at Rættarnevndin kallar fakfeløgini inn at útgreina, hví tey sakna eitt tílíkt uppskot, og at tey útgreina, hvør tørvurin er. Meginfelag teirra, ið bera brek eigur eisini at hoyrast í Rættarnevndini, heldur framsøgurmaður javnaðarfloksin, Jónleif Johannesen.
 
Happing um borð á skipi
Ingolf S. Olsen, framsøgumaður hjá Tjóðveldi, heldur talan vera um eitt gott uppskot.
              
- Hetta er eitt gott uppskot, tí tað tekur hædd fyri nøkrum álvarsligum trupulleikum í samfelagnum. Eg kenni til hesar trupulleikar frá millum øðrum arbeiði mínum í fakfelag, segði Ingolf S. Olsen.
 
Hann vísir eisini á, at tað er væl kent, at happing fer fram til sjós. Í hesum sambandi vísir hann á lutfalsliga nýggjar kanningar, sum vísa, at happing um borð á skipi veruliga er ein trupulleiki. Tí metir hann tað vera týdningarmikið, at nakað verður gjørt á økinum.
 
- Í grannalondum okkara, millum annað í Danmark, er lóggivið á økinum. Tað verður gjørt, tí tað verður mett at vera neyðugt, segði Ingolf S. Olsen.    
 
Hann er teirra millum, sum halda, at uppskotið skuldi komið frá landsstýrinum, so at allir løgfrøðiligir smálutir kundu verið viðgjørdir, áðrenn uppskotið varð lagt fyri tingið. Hinvegin heldur hann ikki tað vera orsøk til at fella málið.
 
- Eg mæli til, at hetta fær eina gjølliga viðgerð í Rættarnevndini, og eg vil í hvussu er arbeiða fyri, at økið verður regulerað við lóg. Og eg ætli at geva tí eina konstruktiva viðgerð, segði Ingolf S. Olsen, framsøgumaður hjá Tjóðveldi.
              
Ongin kann vera ímóti
Framsøgukvinnan hjá Fólkaflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, trýr ikki, at nakar er ímóti, at happing verður steðgað. Hon heldur, at tey, sum vera happað, gjalda ein høgan prís, og tað sama gera avvarðandi teirra. Henni hevði eisini dámt betur, at tað var landsstýrið, sum legði uppskotið fram.
 
- Eg haldi, at tað eru nøkur gráøki í uppskotinum, og tey fari eg at krevja lýst betur í arbeiði mínum í Rættarnevndini, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
 
Hon kom eisini inn á orðingar um trúgv í uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir.              
 
- Tað stendur millum annað í uppskotinum, at mismunur má ikki gerast vegna trúgv. Hvat nú um vit taka eitt hugsað dømi, har tvey fólk søkja starv sum prestur í Fólkakirkjuni. Annar er muslimur við teologiskari útbúgvin, og hin er ein kristin við teologiskari útbúgving. Um vit ímynda okkum, at muslimurin hevur eitt betri teologiskt prógv enn hin kristni, hvør fær so starvið, um ongin mismunur skal gerast, spurdi framsøgukvinnan hjá Fólkaflokkinum.
 
Ingolf S. Olsen viðmerkti í hesum sambandi, at sjálvandi ber til at finna nógvar hypotetiskar støður. Men í uppskotinum stendur, at frávik kunnu gerast, um sakligar grundgevingar eru fyri tí.
 
- Í einum slíkum føri man ta vera sakligari at geva einum, sum trýr á Gud, starvið sum prestur, enn einum, sum hevur hægri próvtøl, men ikki trýr á Gud. Tað sigur seg sjálvt, helt Ingolf S. Olsen.
                                            
Gott uppskot
Magnus Rasmussen, framsøgumaður Sambandsfloksins, heldur ongan iva vera um, at endamálið við uppskotinum er gott. Hann heldur tað hinvegin vera skeivt at nevna so nógv dømi og nógv sløg av happing og mismuni í uppskotinum, tí tá er vandi fyri, at okkurt verður gloymt. Síðan fór hann at tosa um hugtakið happing.
 
- Onkuntíð tosa vit um happing og onkuntíð kann talan bara vera um vanliga arging. Sum lærari í fólkaskúlanum veitst tú, at munur er á. At happa er sambært Fólkaskúlanum at ein ella fleiri, skipað, fara eftir einum fólki í longri tíð grundað á til dømis útsjónd. Happing er tað vorðið tann dagin, hin happaði ikki longur megnar at verja seg fyri happingini, segði Magnus Rasmussen.
 
Hann fýlist á, at uppskotið er so óruddiligt, at orðingarnar til dømis eru ov leysar og fløktar, og tí kann lógin vera trupul at lýsa. Hann vísir eisini á, at uppskotið leggur upp til eina tørvskanning eftir trimum árum.
 
- Eg kundi hugsað mær, at tørvskanningin varð gjørd, áðrenn uppskotið varð lagt fyri tingið, heldur hann.
 
- Fyri at fáa uppskotið so gott sum tilber, mæli eg til at lata landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum arbeiða við málinum fyrst. Landsstýrismaðurin kann so, saman við fakfeløgum og umboðum fyri arbeiðsgevarar, lúka tað út, sum kanska er óneyðugt, og so fáa eitt fullfíggjað uppskot lagt fyri tingið.
 
- Sjálvur eri eg limur í Rættarnevndini, og har fari eg at seta røttu spurningarnar, og at geva uppskotinum eina góða viðgerð, sigur Magnus Rasmussen.
 
Neyðugt uppskot
Framsøgukvinnan hjá Framsókn, Ruth Vang, heldur talan vera um eitt neyðugt uppskot, og hon heldur tað vera torført at vísa einum slíkum uppskoti aftur. Tí tú kanst ikki vera ímóti at banna mismuni.
 
- Tað var jú fastur táttur á skipi at hava eina rukku umborð. Hetta kundi lættliga enda við, at ein maður gjørdist rukka umborð á skipi alt lívið. Soleiðis var mentanin tá, og sjálvandi skal nakað gerast við hetta, segði Ruth Vang.
 
Hon heldur tað vera týdningarmikið at vera tilvitað um, hvat happing er og hvat ikki er happing.
 
- Flestu okkara hava ivaleyst verið partur av einum happingarbólki uttan at hava verið tilvitað um tað. At umrøða hetta evnið ger, at trupulleikin gerst sjónligari, og tað er gott, segði hon.
 
Hon heldur, at viðgerðin í Rættarnevndini fyrr í ár vísti, at talan er um eitt rættiliga víðfevnt uppskot, og kanska skuldi uppskotið verið orðað neyvari. Hon lovar at fara í ja-brillurnar, tá málið verður viðgjørt í Rættarnevndini.
 
Gjøgnumarbeitt uppskot
Sonja Jógvansdóttir vísti á, at uppskotið byggir á tvær danskar lógir, tær eru Forskelsbehandlingsloven og Ligebehandlingsloven.
 
- Orsøkin til at eg vil liggja so tætt upp at lógunum í Danmark er, at tú hevur rættarpraksis á økinum yvir eini 40 ár. Tað er ongin orsøk til, at vit í Føroyum byrja at finna uppá nýggj hugtøk á hesum økinum, tá arbeiðsmarknaðurin í vesturheiminum hevur havt lógir á økinum í fleiri áratíggju. So tá Vinnukærunevndin (Vinnukærunevndin hjá Kærustovni Føroya skal, sambær uppskotinum, vera kærumynduleiki, red.) eina ferð kemur at fáa mál til viðgerðar, so kann nevndin, við at lesa verandi rættarpraksis, síggja, hvørjar avgerðir eru tiknar á økinum aðrastaðni. Her er talan um lóggávu, sum eisini tekur støði í ES-lóggávu og í evropiska Mannarættinda-sáttmálanum, segði Sonja Jógvansdóttir.
 
Hon heitti á tingið at hyggja eftir uppskotinum við jaligum brillum.
 
Landsstýrismaður samdur við Sonju
Landsstýrismaðurin við arbeiðsmarknaðarmálum, Henrik Old, er samdur við Sonju Jógvansdóttir um, at hugt verður at lóggávuni kring okkum á hesum økinum.
 
Landsstýrismaður heldur onga orsøk vera at uppfinna djúpa tallerkin einaferð enn.
 
- At verja løntakaran á arbeiðsmarknaðinum móti mismuni er væl nakað, sum øll halda vera ílagi og halda vera eina sjálvfylgju, men ein sjálvfylgja er tað bara ikki altíð.
 
- Tað kann vera nakað um útsagnirnar hjá fleiri av teimum, sum hava røtt um málið, at uppskotið skuldi komið frá landsstýrinum. Tað er drúgt at arbeiða við slíkum málum, og arbeiðsorkan er avmarkað, men onkursvegna høvdu vit ivaleyst funnið útav tí, segði Henrik Old.
 
Landsstýrismaðurin segði, at Føroya Arbeiðarafelag hevur víst á, at fleiri fakfeløg hava eftirlýst eini lóg í áravís, sum bannar mismuni á arbeiðsplássum.
 
- Føroya Arbeiðarafelag sigur millum annað, at mismunur á arbeiðsplássum er skaðiligur, og skal sjálvandi bannast við lóg. Ásetingin um javnviðgerð er eisini týdningarmikil, endurgav landsstýrismaðurin Føroya Arbeiðarafelag fyri at siga.
 
-Tú trýrt ikki, at happing er nakar stórur trupulleiki, men tá tú sært nógv av tí, skrivað verður í dag, so tykist tað løgið í hesum framkomnu tíðum at síggja, hvat summi til dømis skriva um onnur. Eg trúgvi, at happing er nógv størri trupulleiki í dag, enn hon nakrantíð hevur verið, sigur Henrik Old, og vísir á sosialu miðlarnar.
 
Framsøgufólkini á tingi tóku sum heild undir við endamálinum við uppskotinum, sum skal banna mismuni og happing á arbeiðsmarknaðinum. Fleiri ynsktu kortini eina neyvari útgreining í Rættarnevndini.
 
Eftir viðgerðina í tinginum varð málið beint í Rættarnevndina.