Uppskot um endurgjald fyri sjúkudagar fær lunkaða móttøku

LØGTINGIÐ: Eitt sindur lunkaðar meiningar vóru í tinginum um uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, at sjúkudagar í frítíðini ikki skulu telja sum frítíð.
 
Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS
 
Uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn hevur verið til 1. viðgerð í Løgtinginum. Í broytingaruppskotinum stendur, at “gerst løntakari sjúkur í frítíðini, telja dagarnir, sum viðkomandi er sjúkur, ikki sum frídagar.”
 
Sonja Jógvansdóttir vil við uppskotinum tryggja, at sjúka í frítíðini ikki telur sum frítíð.
 
- Í dag er tað soleiðis, at verður tú sjúkur, dagin fyri frítíðin byrjar, so fært tú tað endurgoldið, og tað telur ikki sum frítíð, og verður tú sjúkur dagin eftir, at frítíðin byrjar, so er tað bara spell, segði Sonja Jógvansdóttir.
 
Eingir karensdagar
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir var framsøgufólk hjá Fólkaflokkinum. Hon helt hetta vera eitt sera rúmligt uppskot, og hon vil altíð royna at gera sítt til, at fólk fáa tað betri.
 
- Men onkur skal gjalda, tí hetta kostar. Hetta snýr seg jú um, at um ein lønmóttakari gerst sjúkur í frítíðini, uttan mun til hvussu nógvar dagar, viðkomandi verður sjúkur, so skal tað ikki telja sum frítíð. Aðrastaðni tosa tey um karensdagar, men her eru ongi krøv yvirhøvur. Her eru fleiri spurningar at fáa greiði á. Hvussu verður til dømis, um tú verður sjúkur undir avspáking, spurdi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
 
Hon segði seg ikki kunna siga, um hon fer at taka undir við uppskotinum, men hon vil í hvussu er hava málið rættiliga væl viðgjørt í nevnd.
 
Skilir órættvísið
Framsøgufólkið hjá Tjóðveldi, Annita á Fríðriksmørk, segði í sínum viðmerkingum, at hon væntar, at uppskotið fer at fáa eina góða viðgerð í Rættarnevndini. Samstundis vísti hon á, at slík uppskot helst skulu koma frá samgonguni sjálvari.
 
Hon vísti á, at verður lønmóttakari í dag sjúkur dagin fyri, hann byrjar sína frítíð, fær hann frí við løn sjúkudagarnar, men gerst ein lønmóttakari sjúkur dagin eftir, at hann byrjar frítíðina, fær hann onga løn fyri sjúkudagarnar.
 
- Eg skilji væl tað órættvísið, og eg vænti, at hetta er eitt mál, sum fer at fáa góða viðgerð í Rættarnevndini, segði Annita á Fríðriksmørk.
 
Vil hava fleiri tøl
Magnus Rasmussen, framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum, spurdi, um hetta ikki er ein fakfelagsspurningur.
 
- Vit mugu kanna, hvussu gjørt verður aðrastaðni í slíkum málum. Eg vil hava fleiri tøl á borðið, vit kundu til dømis biðið um tøl frá Kommunernes landsforening í Danmark. Tað er rættiliga áhugavert at vita, hvussu gjørt verður aðrastaðni, segði Magnus Rasmussen. 
 
- Um ein lærari nú gerst sjúkur í summarfrítíðini, skal hann so hava endurgjald fyri teir dagarnar, spurdi hann.
 
Magnus Rasmussen helt hetta sum heild vera eitt gott uppskot, men samstundis eftirlýsti hann fleiri tøl, tí eitt sovorðið uppskot kostar. Hann helt, at tað kann vera trupult hjá tingfólki at taka undir við uppskotinum, um tú onga hóming hevur av, hvat tað fer at kosta.
 
- Hinvegin vænti eg, at hetta fer at fáa eina góða viðgerð í rættarnevndini, ongin ivi um tað, helt Magnus Rasmussen, framsøgumaður fyri Sambandsflokkin.
 
Lýsast betur
Ruth Vang, framsøgufólk hjá Framsókn, vil hava málið um endurgjald fyri sjúkudagar í frítíðini nærri lýst, ikki minst avleiðingarnar av uppskotinum.
 
- Hetta, at tú fært endurgoldnar frídagar, um tú ert sjúkur í frítíðini, havi eg hildið verið ein fakfelagsspurning. Hinvegin haldi eg tað ikki vera av leið, at tú fært endurgjald fyri sjúkudagar, um tú til dømis brýtur beinið, beint tá tú ert farin í frí, helt hon.
 
- Eg taki sum givið, at Vinnuhúsið kemur inn at meta um hetta málið, og tað verður áhugavert at síggja, hvat tey halda um tað, segði Ruth Vang, framsøgufólk hjá Framsókn, millum annað.
 
Sonja Jógvansdóttir segði hetta í grundini vera eitt ógvuliga einfalt uppskot, tí er óneyðugt at draga málið út.
 
Hon vísti á, at tann, sum ber kostnaðin av hesum, eru tey somu, sum vanliga bera kostnaðin, tá tú ert sjúkur. Í so máta verður onki broytt.
 
Sonja Jógvansdóttir tekur undir við at hoyra fleiri partar og at útvega fleiri hagtøl.
 
Málið varð beint í Rættarnevndina.
................
 
FAKTA:
 
Sjúka í sambandi við feriu er ikki regulerað beinleiðis í føroysku frítíðarlógini. Tá fólk verða sjúk áðrenn ella tá feria byrjar, er tó vanligt, at mistir feriudagar fáast aftur.
 
Hinvegin hava nógvir sáttmálar, m.a. teir hjá Starvsmannafelagnum, reglur um sjúku og feriu. Har er beinleiðis ásett, at um starvsfólkið er óarbeiðsført, tá ferian byrjar, verða altíð lætnir eyka frídagar. Um tað hendir í sjálvari feriuni kunnu feriudagar fáast aftur í serligum førum, har sjúkan forðar fyri nýtslu av frítíðini á rímiligan hátt. Søkjast skal um hettar.
 
Í donsku feriulógini er beinleiðis áseting um sjúku, tá ferian byrjar. Eisini er ásett, at starvsfólk kunnu fáa feriudagarnar aftur, tá tey gerast sjúk í sjálvari feriuni. Tey skulu hava læknaváttan fyri órbeiðsføri, og skipanin hevur karensdagar. Tey, sum t.d. eiga fulla feriu skulu hava verið sjúk í 5 dagar í feriuni, áðrenn tey kunnu fáa sjúkradagar aftur.