Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur sent kommununum uppskot til kunngerð um vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging til hoyringar. Freistin at koma við viðmerkingum er 9. mars 2012.
Ætlan landsstýrismansins er, at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging eftir ásetingunum í kommunuvallógini í apríl 2012. Henda atkvøðugreiðsla verður skipað soleiðis, at veljarin verður spurdur, um hann tekur undir við, at kommunurnar í hansara øki verða skipaðar í eina kommunu. Økini vera tey 7, sum eru ásett í § 2 í nevndu lóg.
Orsøkin til, at landsstýrismaðurin tekur málið upp er, at í samgonguskjalinum stendur at samgongan tekur undir við, at kommunurnar gerast færri og størri. Kommunusamanleggingin skal vera sambært lóg um sjálvbodna kommunusamanlegging. Innlendismálaráðið skipar fyri fólkaatkvøðu í øllum kommunum tíðliga á vári í 2012.
Ætlan landsstýrisins er, at kommunurnar yvirtaka ábyrgdina av eldraøkinum og fólkaskúlaøkinum. Eldraøkið verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2014. Miðað verður eftir størri skúlaeindum við atliti at menning av fakliga og námsfrøðiliga umhvørvinum. Tó verður hædd tikið fyri, at smáir skúlar á útoyggj halda fram. Hava kommunurnar ikki skipað seg í størri eindir, tá økini verða løgd út til kommunurnar, er ætlan landsstýrisins, at økini verða løgd til kommunal samstørv, samsvarandi eindunum í lóg um sjálvbodna kommunusamanlegging. Landsstýrið er tó opið fyri, at um kommunurnar ynskja tað, kann við samanlegging talan gerast um 8 samstørv, í tí førinum er Eysturoy tvær eindir.
Ætlanin er, at kommunurnar og landsstýrið skulu avtala fíggjarleist, og hvussu økini verða skipað. Í sambandi við, at øki verða flutt frá landi til kommunur, fylgir peningur við. Ætlanin er, at sáttmáli verður gjørdur millum partarnar, sum tryggjar, at samlaða skattatrýstið ikki økist.
Skal staðfestast um undirtøka er fyri kommunusamanleggingum, er neyðugt at bera skjótt at, um samanleggingar skulu verða framdar, áðrenn komandi kommunuval, sum verður 13. november 2012.
Endamálið við fólkaatkvøðuni er, at staðfesta um meiriluti er fyri at skipa landið í størri kommunalar eindir ella ikki. Landsstýrismaðurin hevur álit á, at kommunurnar taka ætlaðu fólkaatkvøðuna til eftirtektar og skipa seg samsvarandi henni sjálvbodnar. Í fyrstu atløgu eru tí ongar ætlanir at leggja kommunur saman við lóg. Tá fólkaatkvøðan hevur verið, ætlar landsstýrismaðurin at bjóða kommunustýrunum í teimum einstøku økjunum til fundar, hvørt øki sær, fyri at hoyra, hvat kommunurnar ætla.
Hoyringsskriv við at trýsta á linkin niðanfyri:
Uppskot til kunngerð um vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging við at trýsta á linkin niðanfyri: