Upprit: Løgmaður fer út um heimildina

Eitt landsstýrisfólk hevur sum útgangsstøði skyldu til at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina um týdningarmikil mál.


Tað staðfestir Birita Ludvíksdóttir, nevndarskrivari og løgfrøðiligur ráðgevi hjá løgtinginum í einum uppriti til Uttanlandsnevndina.


Løgmaður hevur ført fram, at talan ikki var um samráðingar, men skrivarin sigur í uppritinum, at talan er ikki um ta vanligu ásetingina av blokkinum, ið fer fram á hvørjum ári, men nýggjar tingingar um støddina av blokkinum, og at landsstýrið hevur, sum útinnandi vald, heimild til at føra samráðingarnar, og er tað júst í hesum førum, at ráðførsla við Uttanlandsnevndina eigur at koma upp á tal.


Lesið uppritið í fullari longd her:


http://www.logting.fo/files/casecommittee/211/Skjal%2007%20Notat%20fra%20nevndarskrivara%20-%20stodutakan%20til%20radforslu.pdf


Samært uppritinum, sigur nevndarskrivarin eisini, at nevndin síðani hevur fingið skjølini frá løgmanni, og at hetta ikki longur er ein trupulleiki.