Uppboðssølan hevur spælt logandi fallit

Eingin nýggjur aktørur er komin inn í fiskivinnuna gjøgnum uppboðssøluna





Tað er spennandi at síggja, hvat ið landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur
fingið burtur úr uppboðssøluni. Hon skuldi fáa nýggjar aktørar inn til
tilfeingið, troyta og menna fiskivinnuna.



 



Hann segði, at pengar til
landskassan vóru ikki málið.



 



Nú síggja vit, at eingin nýggjur
aktørur er komin. Hetta er spell, og vit mugu ásanna, at uppboðssølan hevur als
ikki virkað, soleiðis sum samgongan ætlaði.



 



Ræðist sítt egna barn



Vit mugu eisini ásanna, at
samgongan ikki torur at standa við førda politikkin.



 



Tá ið skip flaggaðu út, og fóru
seinasta túrin út av vágni, og familjur mistu inntøkur, tá komu
samgonguleiðarar út kropp á kroppi og søgdu, at hetta hevði als einki við
fiskivinnunýskipanina at gera.



 



Er hetta rætt?



 



Hetta var júst ætlanin við
skipanini hjá samgonguni. Nýggir aktørar skuldu framat, uppá bekostning av
verandi. Nú er at standa við tykkara egnu skipan. Tað hevði sømt seg.



 



Eisini er vert at taka við, at
tað var júst núverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum í
fullveldissamgonguni ráddi fyri borgum. Tá ið loyvt bleiv at uppkeypa og
samanleggja loyvir, júst fyri at hava ein effektivan og nýmótans flota, hetta
fyri at standa seg í altjóða kappingini. Nú vinnan hevur tillagað seg, eftir
táverandi politiska viljanum, skal gerast upp við hetta, og býta hesi
rættindini út av nýggjum.



 



Tann rætta samansetingin



Við eini rættari samanseting av
menningarmøguleikum og einum roknaðum yvirskotsgjaldið, kundu vit sum samfelag
fingið munandi størri samfelagsvirði burturúr, tryggja framhaldandi búskaparvøkstur
og fingið meir pengar í allar kassar



 



Nú síggja vit í nýggjastu
frágreiðingini frá búskaparráðnum, har tað verður staðfest, at
búskaparvøksturin bert er ein lítlan triðing í mun til miðalvøksturin síðani
2012. Tað at búskaparvøksturin nú er drivin av innlendis eftirspurningi og ikki
av sunnum útflutningi eins og undanfarin ár, viðførir at tað er uppá lánta tíð,
at vit keypa okkara egna vøkstur. Tí er umráðandi at gera skipanir, ið skapa
møguleikar hjá vinnu og fólki, at økja um okkara inntøkur uttanífrá, og tryggja
framhaldandi vøkstur til okkara vælferðartænastur



 



Politiskt flugubein



Uppskotið hjá Sambandsflokkinum
var, at bert nýggj rættindi skuldu seljast á uppboði. Tá hevði vinnan vitað,
hvat hon hevði at fyrihalda seg til. Nú veit vinnan onki, og torir ikki at
endurnýggja fiskiflotan. Heldur ger hon íløgur í aðrar vinnur, keyp av
bygningum og annað.



 



Hetta prógvar ráaloysið hjá
samgonguni. Skipanin bleiv trýst ígjøgnum, tí eitt politiskt flugubein skuldi
setast í avrikslistan. Beint eftir, at fiskivinnuskipanin bleiv samtykt, komu
22 broytingar, og nú skulu aftur broytingar gerast í uppboðssøluni,
veiðigjaldinum o.ø. sambært Høgna Hoydal.



 



Samgonguleiðararnir ynskja eina
uppboðssølu, fyri at nýggir aktørar skulu koma framat, og tá mugu 100% vera á
uppboði, ella bert fyri nýggjar aktørar, um samgongan vil náa sínum endamálið,
men tey ræðast sítt egna barn og vilja ikki standa við sína skipan, so vinnan
bløðir og stór samfelagsvirðir standa uppá spæl.



 



Menningarkvotur skapa møguleikar



Menningarkvoturnar vóru
fortreytir hjá nýggjum aktørum at bjóða seg fram á uppboðssøluni.



 



Mín vón er, at menningarkvotur
skapa møguleikar fyri víðari menning hjá hesum feløgum, eisini hjá teimum sum
hava fingið kvotur á hvørjum árið síðan 2012 - við undantakið í 2016 - tá ið
landsstýrismaðurin ikki vildi útlutað kvotur.



 



Hann er nú komin á betri tankar
og útlutar politiskar kvotur, eins og altíð hevur verið gjørt. Tó var hann í
andstøðu harðasti mótstøðumaður móti útlutan.



 



Hetta vil Sambandsflokkurin



Vit vilja hava eina skipan við
einum effektivum flota, sum altíð er kappingarførur. Fiskatilfeingið skal geva
best møguliga rávøru. Eina uppboðssølu av fiskaðum fiski, so øllum verður
tryggjað atgongd til júst tann fiskin, tey vilja framleiða. Og vit vilja hava
nógv betri marknaðaratgongd, serliga til ES-marknaðin, har føroyingar fara at
tjena pengarnar og møguleikar eru at tvífalda útflutningsvirði.



 



So fáa vit møguleika til øll, at
menna og virðisøkja nisjuvørur. Munandi størri virði koma burtur úr
tilfeinginum. Og tá verður framhaldandi búskaparvøkstur.



 



Hetta hevði givið nakað til alt
samfelagið, so vit sleppa undan bíðilistum til viðgerðir í heilsuverkinum.



 



Bárður S. Nielsen



formaður í Sambandsflokkinum