UNI DEBESS spælir blues á stovukonsert mikukvøldið

MIKUKVØLDIÐ 4. JUNI Kl. 20.00 presenterar F’LJÓÐ 16’du stovukonsertina:


Uni Debess er helst Føroya kendasti bluesrockari, men hann spælir eisini stillari blues, country, folk rock og singer&songwriter sangir. Uni er eitt multitalent - umframt at vera sangari, er hann tónasmiðjur og gittarsnillingur eisini.


Vit í F'LJÓÐ eru sera fegin um, at vit nú kunnu bjóða eitt deiliga hugnaligt blues-kvøld saman við UNA DEBESS í Stoffalág 18 mikukvøldið 4. juni kl. 20.00.


UM UNA DEBESS


Uni gjørdist kendur, tá hann í 2005 vann Prix Føroyar saman við tónleikabólkinum GoGo Blues.


Seinni sama ár var hann eisini AME (Atlantic Music Events) vinnari fyri besta tónleikabólk - eisini saman við GoGo Blues.


Síðani tá, hevur Uni givið fleiri fløgur og DVD'ir út. Hann hevur verið á konsertferðum í Canada, Hetlandi, Skotlandi, Írlandi, Íslandi, Grønlandi, Danmark og í Føroyum.


Uni Debess hevur givið fylgjandi fløgur og DVD'ir út við egnum tilfari:


Headache Blues Treo: Mr Puffman (Landing Duck 2004)


GoGo Blues: Live In Studio (Tutl 2005)


GoGo Blues: Face to Face with the Devil (Tutl 2006)


Solo Album: Gangi Eg (3′arin 2006)


Crawling Blue: The Well (Tutl 2009)


Debess Blues Station: Debess Blues Station (Tutl 2010)


Debess Blues Station: Live from the dairy! (DVD, Tutl 2010) ...


Blue Buzz (Tutl 2013)


Annars er Uni sonur Per Debess, sála; hann, sum spældi saman við Kára P. í sínari tíð, og m.a. gav okkum Bláa Húsið og aðrar klassikarar, so musikalitetin hevur Uni ikki frá fremmandum.** Les meira um UNA DEBESS her:


http://www.unidebess.com/


Mikukvøldið 4. juni, kl. 20.00 verður so høvi at hoyra Una Debess spæla blues í Stoffalág 18.


Einans 40 pláss eru, so tað ræður um at skunda sær at bíleggja pláss.


Skriva boðklivan hjá Elin Brimheim Heinesen at tryggja tær sess - antin her á Facebook ella við t-posti:


elin@heinesen.fo ella editor@music.fo


Vilt tú fylgja við í, hvør er á skránni á FLJÓÐ stovukonsertum, far so inn á:


http://www.facebook.com/fljod