Uni Debess á Reinsarínum

Blues uttan Una er sum Vaglið uttan Rasmus Effersøe. Og komandi hóskvøld er tað ongin annar enn Mr. Blues, sum stendur fyri væl svingandi blues tónleiki á Reinsarínum.

Saman við sær hevur hann ongan annan enn Edvard Nyholm Debess á bass. Og teir báðir fara at forkela okkum við tí besta av tí besta, sum teir hava latið úr hondum seinastu nógvu árini. Vit kunnu nevna trý løg úr rúgvuni, sum eru garantar fyri nostalgi og góðsku: "I'm Gone" (dududu dududududu), "The Well" - "Sugar Mama" og mong onnur hitt.

Vit skulu heilsa frá Una, at hann er hungrar eftir at spæla og gleðir seg ótrúliga nógv til at spæla fyri tykkum.

Orsakað av koronu verða øll atgongumerki seld á heimasíðuni www.torsgota.fo









Les meira