Ung og eldri skapa litfagran miðbý

Borgarstjórin tók ímóti í morgun, tá ung sum gomul fóru í
bardaga við pensli í hond í miðbýnum. Heðin Mortensen segi, at hann hevði
hugsað um tað herfyri, tá fólk vórðu alment boðin "at seta sín persónliga
dám á miðbýin í Havn", um tað ikki var akkurát tað, kommunan hevur ynskt
við at útskriva hugskotskappingar fyri skúlanæmingar og arkitektakappingar fyri
hini. 



 - Endamálið er í hvussu er tað sama - at vit eru felags
um at seta dám á miðbýin, at skapa lív og gleði! Hetta við fyribils
listarverkum og "installasjónum", sum tað verður kallað, verður eftir
hvat eg skilji brúkt nógvar staðir kring heimin. Verkini verða m.a. brúkt til
at draga fólk til býarøki, og at varpa ljós á ávís virði. Samstundis skapa tey
lív til gagns fyri allar borgarar, segði borgarstjórin.



- Tað, hetta í stuttum snýr seg um er, at eitt fyribils
listarverk er bygt her mitt í hjartanum á Havnini. Tríggir útisetar, sum allir
arbeiða við býarrúmum, samstarva við kommununa um at byggja listaverkið - hesi eru
Sissal Fosaa, Marita Svartá og Hans Óli Højgaard. Alt er bygt av eldsálum við
ymsum stuðlum, harundir Tórshavnar kommunu.



- Meðan tað, vit í býráðnum dagliga takast við, oftast
eru permanentar og fastar loysnir, so er hetta sum sagt fyribils. Hetta er eitt
listaverk, sum bara skal vera partur av býarmyndini í nakrar vikur. Harvið
skapa vit lív, rørslu og broytingar, og halda vit fram, so sleppa allar
kreativar kreftir framat.



 - Bygningsverkið stendur nú búgvið til at verða listprýtt
av øllum, sum hava hug, børnum, foreldrum og ommum og abbum. Hetta er m.a.
gjørt møguligt við stuðli frá Sri Máling, Atlanticpane og Poul Michelsen.



 - Málingaklæðini hava tit vónandi við, kommunan veitir
máling og penslar og okkurt at drekka og eta, so eg fari at bjóða tykkum
vælkomnum í miðbýin í morgun - penslarnir eru klárir, so gerið so væl, segði
Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann beyð børnum og vaksnum vælkmnum í
miðbýin.