UNG Í ARBEIÐI

Aftur í ár skipar Tórshavnar kommuna fyri verkætlanini Ung í arbeiði, har ungdómur kann gera fyrifallandi arbeiði fyri kommununa.


Arbeiði fæst í tíðarskeiðnum 1. juli-12. juli, ella í tíðarskeiðnum 15. juli-26. juli.


Treytin fyri at lattaka er, at ein er fyltur 14 ár tann 1. juni, men ikki 17 ár tann 26. juli. Harumframt skal ein vera búsitandi í Tórshavnar kommunu, men ungdómur, ið t.d. er í skúla aðrastaðni, men flytir aftur til kommununa í summarfrítíðini, kann eisini søkja um arbeiði.


Tilmeldingin fer fram HER http://torshavn.us4.list-manage1.com/track/click?u=a7db1aa5aba5bff67d11f2c85&id=8df813e70d&e=8e83e452c3 í tíðarskeiðnum 21. mai til 7. juni.


Les meira á HER http://torshavn.us4.list-manage.com/track/click?u=a7db1aa5aba5bff67d11f2c85&id=56f9a8fda5&e=8e83e452c3 um treytirnar og hvussu ein meldar til.