Ung í arbeiði 2012

Tórshavnar kommuna er farin undir at fyrireika ung í arbeiðið í summar.


Á sama hátt sum undanfarin ár, er tilboðið galdandi fyri ung fólk millum 14 og 16 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør. Arbeiðstíðin er átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 08.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur.


Ein av fyrstu døgunum verður klárt at melda til. Kunning um tilmelding og tíðarskeið verður at síggja her á heimasíðuni hjá kommununi. Mælt verður til at áhugaði fylgja við her.


Lýst verður tó eisini í bløðunum, tá tilmeldingin byrjar.