Undirskriftir við kravi um lógarbroytingar

Felagið Verjið Børnini er nú farið undir at savna undirskriftir, har heitt verður á allar føroyingar um at vísa sín stuðul í arbeiðinum at steðga pedofili í Føroyum. Undirskriftir verða savnaðar inn á ólavsøku og kring landið


Tíðindaskriv


Við eini sterkari rødd ynskir Verjið Børnini at vísa á, at føroyingar vilja hava nakað munandi gjørt fyri at verja børn okkara. Tí er felagið nú farið undir at savna inn undirskriftir, sum ætlanin er at handa løgmanni og løgtingi.


Undirskriftir verða savnaðar inn á ólavsøku, har fólk fara at ganga runt við undirskriftum. Skjøl til undirskriftir liggja eisini í handlum í Norðoyggjum og Eysturoynni, umframt at einstaklingar savna inn undirskriftir aðrastaðni í landinum. Eisini ber til at skriva undir á alnetinum við at fara inn á


http://onlineunderskrift.dk/index.php/petitions/view/verjid-boernini. Sjónlig á ólavsøku


Á ólavsøku hevur Verjið Børnini mistøð í Steinatúni, har høvi verður at skriva undir og keypa blusur við áskriftini Verjið børnini. Á skránni verður livandi tónleikur í hugnaligum umhvørvi. Alt yvirskotið av sølu og stuðli fer óskert til ráðstevnu, sum verður seinast í september.


Tey, ið ynskja at stuðla Verjið Børnini, kunnu seta pening á kontu 9865 - 988.438.0


Undirskriftin


Felagið Verjið Børnini krevur, at løgtingið fremur lógarbroytingar, soleiðis at føroyska samfelagið verður tryggari og rættvísari fyri okkara børn.


1. Tað skal vera eitt krav, at øll, sum arbeiða við børnum skulu sýna fram barnaváttan. Hetta skal vera galdandi bæði hjá tí almenna og innan fríðtíðarvirksemi.


2. Vit ynskja, at Barnahús verður sett á stovn skjótast gjørligt, soleiðsi, at tað verður lættari hjá børnunum at boða frá, um neyðugt.


3. Vit ynskja, at øll, sum arbeiða við børnum og ungum skulu læra at eygðleiða, um børn hava verið fyri kynsligum ágangi.


4. Vit ynskja, at børn, heilt frá barngarðstíðini skulu verða lærd og upplýst um kynsligan ágang. Fleiri bøkur finnast við frálæru til børn, um hvussu tey skulu fyrihalda seg hesum viðvíkjandi. 5. Vit ynskja, at dómurin fyri kynsligan ágang verður herdur.


6. Vit ynskja, at allir skemmarar, ið verða dømdir skulu í viðgerð. Sálarfrøðingar avgera longdina av viðgerðini.


Vegna


VERJIÐ BØRNINI


Mimmy Vágsheyg 273344


Joan Baldvinsson 599081


Rói Norðoy 792783