Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu
Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu týskvøldið 15. november. Margret Mortensen sigur frá um sorg í samband við at fáa staðfest krabbamein, familjuna, tey ungu og børnini í støðuni og tómrúmið, sum er eftir viðgerðina.
Innbjóðing til hugnakvøld hjá Undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum.
Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu týskvøldið 15. november kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58, Tórshavn.
Skrá fyri kvøldið:
19.00 Vælkomin
19.15 Margret Mortensen sigur frá um sorg í samband við at fáa staðfest krabbamein, familjuna, tey
ungu og børnini í støðuni og tómrúmið, sum er eftir viðgerðina. Margret Mortensen er
sjúkrarøktarfrøðingur við sergrein í krabbameinsviðgerð og psykoterapeutur.
20.00 Drekkamunnur og prát
21.00 Liðugt
Øll eru hjartaliga vælkomin
Vinarliga boða frá luttøku á
kmf@krabbamein.fo ella við at ringja til Krabbameinsfelagið á 317959 innan mánadagin 14. november kl.15.00.