Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu
 
Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi til eina hugnaløtu.
 
Hugnaløtan verður týskvøldið 29. mai kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.
 
Ann Danielsen, serlækni í gynækologi/obstetrik á Landssjúkrahúsinum kemur at siga frá um eyðkenni fyri undirlívskrabba, hvussu viðgerð verður skipað og um seinfylgjur og viðgerð fyri seinfylgjur eftir sjúku og viðgerð av undirlívskrabba. Aftaná verður drekkamunnur, prát og hugnalig samvera.
 
Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.
 
Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.
 
At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.
 
Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.
 
Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin 28. mai kl.12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo