Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu

Hugnaløtan verður mánakvøldið 22. februar kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn.

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu 

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum til eina hugnaløtu. 

Hugnaløtan verður mánakvøldið 22. februar kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn. 

Á skránni verður hugni, prát og ein drekkamunnur. 

Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur. 

Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi. 

At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera. 

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð. 

Um tú ynskir at luttaka, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin 22. februar, kl. 12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo